Búmerkið hjá felagnum
Lurta
01. feb. 2025

Bertel Haarder: Tilveran snýr seg ikki fyrst og fremst um at verða elskaður, men um at elska.

„Men nú verða tey verandi, trúgv, vón og kærleiki, hesi trý, men størstur av teimum er kærleikin“. 1 Kor 13,13

Tá ið tú giftist, sigur tú ja til kærleikan, og harvið gert tú teg sárbæran. Tá ið eg byrji tekstin við tí ógvuliga kenda ørindinum úr 1 Kor 13,13, er tað ikki bara tí, at tað er kensluligt og vakurt. Tað er meira tí, at hetta ørindið sigur mær nakað sera týðandi – kanska tað mest týðandi, sum er at siga um kær- leikan, nevniliga at tað, sum tað fyrst og fremst snýr seg um í lívinum, ikki er at verða elskaður, men sjálvur at elska.

Tað veit Paulus, sum elskar Kristus treytaleyst, eftir at hann er umvendur. Vit kunnu lesa um tað í Ápostlasøguni, har Saulus, sum hann fyrst æt, for- fylgdi teimum kristnu. Men á veg til Damaskus varð hann bókstaviliga rendur um koll av eini sjón um Kristus, sum broytti hansara lív. Eftir tað ger hann alt fyri at fylgja hesum kærleika.

Somu royndir hava nógv menniskju gjørt síðan ... antin við at tora at elska ella við ikki at tora ella kunna elska, og tí aftaná verið noydd at viðurkenna sannleikan í orðinum.

Er ein førur fyri at elska, er hjúnabandið vónandi ein lívlangur møguleiki fyri veruliga at gera tað.

Tað eru óendaliga nógvir hættir at lesa Bíbliuna upp á, og eingin háttur er rættari enn ein annar. Bíblian er ikki bara fyri teologar, ella fólk sum ganga nógv í kirkju; hon er fyri øll, og hon snýr seg um okkum øll. Har eru so nógvir persónar tú kanst kenna teg aftur í, og tað kann skifta gjøgnum lívið, hvørjir persónar og søgur í Bíbliuni, tú serliga kann kenna teg aftur í.

Bertel Haarder (f. 1944) er útlærdur cand. scient. pol. við sergrein í frælsishugs- anini hjá Grundtvig. Hann hevur havt langa polistiska yrkisleið í flokkinum Vinstra, hevur verið limur í Fólkatinginum í 40 ár, ráðharri 10 ferðir og sitið í Europaparlamentinum í 7 ár. Hann er giftur, eigur 4 børn og 8 abbabørn.

Brot úr bókini „Det er så yndigt – tanker om tro, kærlighed og ægteskab“.
Red: Malene Fenger-Grøndahl. Forlagið hjá Danska Bíbliufelagnum gav bókina út í 2024.

Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen