Iran: Talgildir miðlar planta trúgv í barnahjørtu.
Børnini eru alsamt meira til staðar á talgildum miðlum, og tørvur er á sunnum og uppbyggjandi innihaldi til teirra. Fráboðanir frá altjóða samstarvsfeløgum hjá Bíbliufelagnum vísa á, at tað kann bera ávøkst at møta børnum í eygnahædd við bíbilskum innihaldi júst har.
Iranska Bíbliufelagið lýsir nærveruna hjá børnum á talgildum miðlum sum ein "einastandandi møguleika at umskapa sinn og hjørtu". Tey møta børnunum gjøgnum Instagram profilin @pediiamedia har ein dukka við navninum Pedia deilir bíbilsk boð. Teirra bøn er, at Pedia kann hjálpa til at sáa hitt góða sáðið í hjørtuni hjá børnunum sum er framtíðin hjá iransku kirkjuni.
Hjá børnunum er Pedia sum ein tryggur vinur, ið tey kunnu hava álit á, og sum kann fáa tey at smílast. Ein brúkari skrivar soleiðis: Góða Pedia! Hvørja ferð eg deili tykkara vøkru uppsløg við míni ommubørn, verða tey glað, spent og upptikin av boðunum, tú deilir við okkum. Sáðið tú sáar í hjørtu teirra vil uttan iva bera ávøkst og vegleiða tey, so hvørt tey vaksa í trúnni. Stóra tøkk!
Endamálið við profilinum 2025 er, at geva út nýtt uppbyggjandi tilfar seks dagar um vikuna og soleiðis náa 180.00 børnum í hesum árinum.
Samfelag tvørtur um landamørk
Instagram profilurin Pedia røkkur eisini út til farsi-talandi flóttafólk, sum sakna ymiskt tilfar á teirra móðurmáli kring allan heimin. Turkaland er eitt av londunum, sum hýsir nógvum flóttafólkum úr Iran. Tá Turkaland varð rakt av einum deyðiligum jarðskjálvta í februar 2023, mistu fleiri enn 55.000 fólk lívið. Tað setti djúp spor eftir seg hjá børnum, sum mistu foreldur, vinir og floksfelagar.
Í iransku kirkjuni í Turkalandi upplivdi Elham, sum leiðir barnaarbeiðið í kirkjuni, at Bíblian var ein stór troyst. Hon heitti tí á børnini og foreldrini um at taka upp videobrot, har tey søgdu frá sínum upplivingum, og síðani eitt bíbliuvers, sum tey høvdu lært uttanat.
Hesi video klippini vóru deild á Instagram-profilinum hjá Pedia, so børnini fingu eina kenslu av, at vera partur av einum felagsskapi. Soleiðis kundu tey stuðla og hjálpa hvør øðrum.
Danska Bíbliufelagið/Liv Strandkvist
Ásbjørn Jacobsen, týddi