Fimm ódnir í Bíbliuni – og hvat tær læra okkum um trúgv og vón.
Í Bíbliuni eru ódnir, ella ódnarveður, ofta ein máttmikil mynd av ruðuleika, ótta og Guds kraft. Men mitt í ruðuleikanum finna vit søgur um vón, frelsu og ein Gud, sum altíð er nær. Her eru fimm av teimum kendastu ódnunum í Bíbliuni og hvat tær hava at siga okkum.
1. Nóa ørk – Ódnarveðrið eftir vatnflóðina
Gud sendir ódnarveður sum revsing fyri óndskap menniskjans, men bjargar Nóa og familju hansara í ørkini. Mitt í dóminum er eitt lyfti um endurreisn – ælabogin verður ímyndin av Guds náði og trúfesti.
Boðskapur: Sjálvt í ruðuleikanum hevur Gud eina ætlan, og hann heldur síni lyfti. (1. Mósebók 6-9)
2. Jónas og ódnarveðrið á sjónum
Tá ið Jónas roynir at flýggja undan Guds boðum, verður ódnarveður og ringur sjógvur. Sjómenninir ásanna, at Jónas er orsøkin, og eftir at hann er blakaður fyri borð, minkar ódnin. Gud sendir síðani ein stóran fisk at bjarga Jónasi.
Boðskapur: Vit kunnu ikki sleppa undan Gudi, men náði hansara finnur okkum sjálvt í okkara ólýdni. (Jónasar bók 1-2)
3. Lærusveinar Jesu á vatninum – Ódnarveðrið á Galileavatninum
Meðan Jesus og lærisveinarnir sigla yvir um Galileavatnið, brestur ein ódn á. Lærisveinarnir eru ræðslusligin, men Jesus svevur í friði. Og hann fór upp og hótti at vindinum og segði við vatnið:: “Tig, ver kvirt!!”
Boðskapur: Sjálvt tá vit kenna okkum einsamøll í ódnarveðrinum, hevur Jesus kraft til at veita okkum frið. (Evangeliið eftir Markus 4,35-41)
4. Pætur gongur á vatninum
Eftir at Jesus hevur givið teimum 5.000 at eta, sendir hann lærisveinarnar út á vatnið. Ódnarveður tekur seg upp, og mitt í ruðuleikanum kemur Jesus gangandi á vatninum. Pætur gongur ímóti honum, men tá ið hann sá illveðrið, óttaðist hann, og tók at søkka. Í tí sama rætti Jesus hondina út og bjargaði Pæturi.
Boðskapur: Trúgvin á Jesus kann hjálpa okkum ígjøgnum ódnirnar, men vit mugu halda eyguni fest á Jesus. (Matteus 14,22-33)
5. Skipsbrotið hjá Paulusi á veg til Róm
Paulus verður fangaður av einum ógvusligum ódnarveðri á ferðini til Róm. Hóast vandarnar, so eggjar hann manningini og vissar um, at eingin fer at missa lívið. Skipið er illa farið, men allir koma í øllum góðum til lands.
Boðskapur: Mitt í mótgongd kunnu vit líta á Guds lyfti um at leiða okkum til trygdar.
Ódnirnar í Bíbliuni eru meira enn veðurfyribrigdi – tær eru ímyndir og tekin uppá tær royndir, vit møta í lívinum. Men sum søgurnar vísa, so er Gud altíð til staðar, til reiðar at grípa inn, frelsa og endurreisa. (Ápostlasøgan 27)
Kelda: Danska Bíbliufelagið/Nanna Endahl Jørgensen
Myndin: Ódnarveðrið á Vatninum. Myndprýði eftir Gustave Dóre. Kelda: Skúrastokk / Nicku.
Ásbjørn Jacobsen, umsetti