Búmerkið hjá felagnum
Lurta
21. feb. 2025

Har heimurin møtir Guds sannleika.

Leikluturin hjá Hrayr Jebejain, sum aðalskrivari í Bíbliufelagnum í Flógvanum, gevur honum ein serligan møguleika at arbeiða saman við Guds skjótt vaksandi tilflytarakirkju.

Bíbliufelagið í Flógvanum er bíbliufelag fyri sjey ymiskar tjóðir. Saudi Arabia, Kuwait, Bahrain, Katar, sameindu arabisku Emiratunum, Oman og Jemen. Ríka náttúrutilfeingið har hevur drigið nógvar tilflytarar til sín. Har búleikast fleiri enn 150 ymiskir tjóðskaparbólkar, sum tosa nógv ymisk mál.

90% av fólkinum í Dubai eru tilflytarar og koma úr India, Pakistan, Bangladesj, Filipsoyggjunum, Sri Lanka, Etiopia og Egyptalandi. Tilflytarar liva undir truplum korum. Tey eru láglønt og verða ofta misnýtt – serliga teir mongu kvinnuligu heimaarbeiðararnir. Tey húsast í arbeiðslegum uttan fyri býin, har fimm ella seks fólk verða kroyst inn í eitt rúm undir sera vánaligum umstøðum.

Sagt verður, at í Flógvaríkjunum eru umleið 5 milliónir kristin. Sostatt er hendan kirkjan næststørsta kirkjan í Miðeystri eftir Egyptaland. Tað eru nógvar ymiskar kirkjusamkomur og nógvar ikki-kirkjuligar kirkjur. Hrayr skemtar: “Vit eru ein skúli av ‘økumenialismu’! Vit hava øll hesi ymisku fólkini, kirkjur og tungumál. Tað er ein mosaikk. Vit, sum bíbliufelag, tæna øllum hesum ymisku kirkjuligu siðvenjunum”.

Bíbliufelagið veitir Bíbliuna á móðurmálum hjá fólki, kristnar bøkur og er einasta kristna forlagið í økinum. Tey hava ymisk tiltøk, eitt nú lesi- og skrivilæru, Trauma Healing, bíbliusamstarv og bíbliusøgu.

Dentur verður lagdur á útbúgving av leiðarum, sum gera prestatænastu í kirkjunum. Tey geva framúr góða tænastu men hava onga gudfrøðiliga útbúgving. 

Hrayr tosar um “margfeldisfaktorin” í hesum alsamt broytandi samfelagnum, har fólk úr øllum heiminum kunnu lesa og hoyra um Guds sannleika og kærleika. Tá tey koma aftur til heimlandið sum kristin, siga tey familjuni frá síni nýggju trúgv. Hrayr sigur: “Tey hava funnið ein dýrgrip, og tey vilja ikki hava hann fyri seg sjálvan”.

Kelda: Bíbliufelagið í Skotlandi
Ásbjørn Jacobsen, umsetti