Stórar ætlanir við Spírum, men fígging vantar.
Leygardagin 22. februar var stórt Spíratiltak í Løkshøll í samband við, at fyrsti partur av Spírum 2 var frumsýndur. Skráin var spekkað við undirhaldi, og høllin var fullsett. Endamálið við tiltakinum var m.a. at vísa nakað av tí nýggjasta Spíratilfarinum og at eggja fólki til at stuðla verkætlanini.
Sunnudagsskúli á skíggjanum
Spírar er ein verkætlan, sum byrjaði í 2016, og sum hevur til endamáls at framleiða og útgeva talgilt barnatilfar við bíbilskum innihaldi. Tað er Føroyska Bíbliufelagið, sum eigur Spírar.
Spírar leggja seg eftir at framleiða eitt breitt úrval av talgildum barnatilfari, sum er bæði læruríkt og undirhaldandi, samstundis sum tað er jaligt og trygt hjá børnum at hyggja eftir. Sendingarnar eru ætlaðar at geva børnunum eina góða og undirhaldandi uppliving, meðan tey læra um bíbilskar søgur og góðar moralir.
Børnini eru tað dýrabarasta, vit hava
“Ein av hugsjónunum aftan fyri Spírar er, at børnini eru tað dýrabarasta, vit hava,” sigur Sólfríð Maria í Rók, sum er samskipari og leiðari fyri verkætlanini og ein av fleiri enn hundrað sjálvbodnum, sum framleiða Spírar. “Børn formast og ávirkast ósigandi nógv av tí, sum tey síggja og hoyra í skúlanum, sjónvarpinum og ikki minst á alnótini.” Tí arbeiða tey á Spírum miðvíst við at framleiða gott og uppbyggjandi føroyskt barnatilfar, sum kann verða við til at menna góðar borgarar heilt frá barnaárum av, bæði tá tað viðvíkur morali, kristnari siðalæru, mentan og føroyska málinum.
Til øll, nær sum helst, hvar sum helst
Stórur dentur verður eisini lagdur á, at ØLL børn kunnu verða við. Tekn-til-talu er ein nátúrligur partur av tilfarinum, umframt at sansirnir eisini verða stimbraðir við nógvu litunum, tónleiki, rímum og ramsum.
“Hjartamálið hevur frá byrjan verið, at alt tilfarið skal liggja tøkt á netinum til øll at brúka “nær sum helst, hvar sum helst” og heilt ókeypis! Og hesum kempa vit enn hart fyri,” sigur Sólfríð Maria.
Spennandi framtíðarætlanir
Spírar hava stórar ætlanir fyri framtíðina. Arbeitt verður við at framleiða taluteknifilmar, bøkur, ljóðbøkur og talgilda ljóðførisundirvísing, sum er góð heimaundirvísing til einfalt undirspæl og m.a. vælegnað til sunnudagsskúlar.
Í verandi løtu sæst Spírar 1 á youtube, men í samband við ætlaðu útgávuna av Spírum 2 í august, verða ein nýggj heimasíða og ein Spíra-app útgivnar, har tað verður lættari at finna partarnar og ymisku innsløgini, s.s. bíbliusøgusangir, videoløg, syngið-við og karaoke.
Vantandi fígging seinkar
Verkætlanin verður fíggjað við stuðli og gávum. Spírar 2, sum inniheldur 10 sendingar við yvir 200 innsløgum, skuldi eftir ætlan koma út á sumri 2023, men vegna vantandi fígging og aðrar avbjóðingar er røðin fyribils seinkað við umleið tveimum árum. Vónin er nú, at øll røðin kann koma út í august, og at verkætlanin kann halda fram, soleiðis at íalt 7 røðir við yvir 1600 innsløgum kunnu verða liðugt framleiddar og útgivnar.
“Hetta ber væl til, um nóg mikið av stuðli kemur inn, tí vit hava orku, vilja og evnini og geva alt okkara fyri, at hetta kann eydnast,” sigur Sólfríð Maria. “Tað sær heldur svart út við tí fíggjarliga, men vit vóna, at fólk fáa eina greiða fatan av, hvat Spírar veruliga innibera, og vilja stuðla verkætlanini.”
Á facebook-síðuni hjá Spírum (https://www.facebook.com/spirar.fo) ber til at fylgja Spíraarbeiðinum, síggja brellbitar og fáa eitt heildaryvirlit yvir verkætlanina.
Ynskir tú at stuðla arbeiðinum hjá Spírum, ber til at stovna mánaðarliga flyting á 6460 569.499.1. Takkað verður fyri allar gávur.
Kelda: trubodin.fo/Gunnvør Hentze
Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen