Kenya - Gev okkum Guds Orð.
Hvussu trúfesti hjá einum manni førdi Nýggja Testamenti til Rendille-fólkið.
"Hví drála tit? Hvat gera tit? Hví hava vit ikki tær heilagu Skriftirnar? Hví tekur tað so langa tíð? Tað tykist sum, at tit eru líka glað."
Hetta vóru spurningar, sum Laban varð møttur við. Spurningar, bornir fram av ótolni hjá einum samfelag, sum leingist eftir Guds orði á teirra egna máli.
Hetta er Laban (sí video). Hann býr millum Rendille-fólkið í Norður-Kenya. Í 1981 byrjaði hann tað ómetaliga stóra arbeiðið at umseta tær heilagu skriftirnar til Rendille-málið. Hóast mótgongd, íroknað long tíðarskeið við oyðileggjandi hungursneyð, hildu Laban og hansara toymi áfram.
"Hetta er eitt kall. Um tað ikki var tað, hevði eg givið upp fyri langari tíð síðan. Eg havi havt eina djúpa tráan eftir at tæna Harranum og at síggja mítt egna samfelag fáa Guds orð á teirra egna máli. Tað var tað, sum fekk meg at halda áfram."
Í 2018, eftir 37 ár við trúføstum arbeiði, fullførdu Laban og hansara toymi umsetingina av Nýggja Testamenti. Fyri fyrstu ferð í søguni kundu Rendille-fólkið halda Skriftirnar í hondunum á sínum egna máli.
Tá vit stuðla bíbliuumseting, stuðla vit løtum sum hesum – løtum við gleði og takksemi, løtum har fólk loksins kunnu fegnast og siga: "Gud tosar mítt mál!"
Í dag hava meira enn 3.000 málbólkar lítla ella onga atgongd til tær heilagu Skriftirnar. Men vit, alheims kirkjan, kunnu broyta hetta.
Og saman við øðrum fara vit at gera tað.
Kelda: Everybody Everywhere
Ásbjørn Jacobsen, umsetti
Sí video niðanfyri...