Frankaríki - Eggja fólki at lesa Bíbliuna.
Hava framleitt stórar nøgdir av lýsinga tilfari.
Franska Bíbliufelagið "Biblique Française" virkar fyri, at Bíblian fær størri umtalu og uppmerksemi í hesum mánaðinum.
Bæði kirkjur og umleið 200 kristiligir bókahandlar luttaka í mánaðarlanga átakinum, skrivar Christian Network Europe.
Árliga átakið, við tí endamáli at skapa áhuga fyri Bíbliuni, byrjaði í 2018. Í ár er heitið á átakinum "Bíblian, kelda til vón", stendur á heimasíðuni hjá franska bíbliufelagnum.
Prenta bløð, faldara og búmerki
- Vit arbeiða saman við kristiligum bókahandlum um landið, sigur Nicolas Fouquet við CNE. Hann er verkætlanarleiðari fyri franska bíbliufelagið.
20.000 bløð og 30.000 bókamerki eru prentað og býtt út til bókahandlar fyri at stuðla átakinum.
Marsmánaðurin varð valdur, tí tað vanliga er ein friðaligur mánaður hjá bókahandlunum.
- Vit mæla fólki til at vitja bókahandlarnar, sigur Fouquet, og vísir á, at tað er gagnligt at kunna leita sær ráð, tá hugsað verður um, hvørja bíbliuútgávu tey skulu ogna sær.
Verkætlanarleiðarin vónar økta luttøku frá bæði bókahandlum og kirkjum, og enn størri áhuga hjá franska fólkinum at lesa Bíbliuna.
Ásbjørn Jacobsen, umsetti.