Lesiætlan til føstuna: 40 dagar við Jesusi.
Tey trý fyrstu evangeliini í Nýggja Testamenti (Matteus, Markus og Lukas) verða ofta nevnd synoptisku evangeliini.
Hesi evangeliini siga so nógv um somu hendingar, talur og líknilsi, at vit kunnu seta tey við síðuna av hvørjum øðrum og síggja tey saman. Hetta merkir orðið synopsa - saman.
Hóast evangeliiskrivararnir í stóran mun siga somu søgur um Jesu lív og siga frá somu talum, so hava teir hvør sín máta at siga søguna uppá. Matteus leggur dent á nøkur ting øðrvísi enn Markus ger, og Lukas kemur ofta við einum triðja. Hesin munurin hevur ofta lyndi til at verða brúktur til at spurnartekin við trúvirðið á evangeliunum. Men er tað í veruleikanum ikki heilt øvugt?
Tá ið vit byrja at leggja til merkis munin á evangeliunum, eru vit eisini før fyri at leggja til merkis, hvat teir ymisku evangelistarnir royna at miðla um Jesus, lív hansara og tænastu hansara.
Ein roynd at síggja munin
Í hesi lesiætlan hava vit valt 40 ymiskar hendingar, røður og líknilsi, sum øll fóru fram, áðrenn Jesus reið inn í Jerúsalem til seinastu páskirnar. Flestu dagarnar taka vit tekstir úr øllum trimum synoptisku evangeliunum við. Summir av døgunum hava tekstir úr tveimum evangeliunum og summir hava bara eitt evangelium.
Hvør dagur hevur sín egna høvuðstekst, men hugskotið er, at lesa hendan tekstin saman við tekstunum niðanfyri og at leggja til merkis munin á teimum. Tú finnur ongar viðmerkingar, frágreiðingar ella spurningar - her er tað upp til tín at lesa og granska, fyri at lata sjálvan tekstin tala til tín.
Vónin er, at lesiætlanin kann hjálpa okkum at skilja eitt betri, hvat Jesus gjørdi og hvat hendi rundan um hann øll tey trý árini, áðrenn hann reið inn í Jerúsalem á seinastu páskum.
Lesiætlanin er á norskum og vísir til norsku Bíbliuna, sum kann víkja eitt sindur frá tí føroysku.
Kelda: Norska Bíbliufelagið
Ásbjørn Jacobsen, umsetti