Kamerun: Bíbliulesiskeið styrkja framtíðina hjá kvinnum.
Kvinnur kring allan heim berjast fyri rættindum, og í Kamerun geva bíbliulesiskeið kvinnum eina rødd, nýggjar møguleikar og atgongd til trúarorðið.
Á Altjóða Kvinnudegnum tann 8. mars hátíðarhalda vit styrkina og dirvið hjá kvinnum um allan heim. Hjá nógvum kvinnum í Kamerun byrjar hetta stríðið við nøkrum heilt grundleggjandi: rættinum at læra at lesa og skriva. Uttan hesar førleikar eru tær bundnar at sínum monnum og hava avmarkaðar møguleikar. Men gjøgnum lesiskeið, sum Bíbliufelagið í Kamerun skipar fyri, fáa túsundtals kvinnur ein nýggjan møguleika at mynda sína egnu framtíð.
"Mín dreymur er at kunna lesa mína egnu Bíbliu," sigur 60 ára gamla Zakaria, sum fyri nøkrum árum síðani flýddi úr sínum bygdarlagi saman við familju síni orsakað av Boko Haram. Í dag luttekur hon á einum lesiskeiði, har hon saman við øðrum kvinnum lærir at lesa og skriva. Hetta gevur teimum ikki bert møguleikan at arbeiða og forsyrgja familjuni, men eisini atgongd til Bíbliuna á sínum egna máli.
Í fjør tóku meira enn 10.000 kvinnur lut í undirvísingini. "Tað er torført og krevjandi, men lærarin er tolin. Tað, sum ger meg glaða, er, at tá ið eg lesi sjálv, skilji eg Gud á ein heilt annan hátt. Hann tosar beinleiðis við meg. Skúlin hjálpir okkum kvinnum veruliga," sigur 52 ára gamla Dozlore.
Ein av teimum, ið hevur notið gott av útbúgvingini, er 30 ára gamla Yamagai Madeleine. Sum barn mátti hon gevast í skúlanum fyri at ansa eftir sjúku mammu síni. Tá ið mamman doyði, var hon bert 13 ára gomul, og stutt eftir varð hon gift. Nú, 16 ár seinni, eigur hon níggju børn.
"Maður mín var góður í byrjanini. Vit bóðu saman og fóru í kirkju, men hann er broyttur. Hann drekkur nógv, rópar eftir okkum og hevur vent kirkjuni bakið. Sjálvt ráðini frá prestinum hava ikki hjálpt," sigur hon.
Hon helt tó fast í síni trúgv, men tí hon ikki dugdi at lesa, var tað ógjørligt hjá henni at deila Bíbliuna við børn síni. Tá ið hon hoyrdi um lesi- og skriviskúlan, meldaði hon seg til skeiðini beinanvegin.
"Í dag dugi eg at lesa mína egnu Bíbliu – og deila trúgv mína við børn míni. Eg havi eisini lært at framleiða jarðnøtuolju, sum eg selji, so vit kunnu fáa mat á borðið," sigur Yamagai Madeleine og leggur afturat:
"Eg eri takksom fyri, at fólk langt burturi hugsa um okkum. Vilt tú biðja fyri manni mínum? Og vilt tú stuðla okkum, so skúlin ikki verður stongdur?"
Søgan hjá Yamagai Madeleine er ein sterkur vitnisburður um, hví vit á Altjóða Kvinnudegnum eisini minnast tær, ið framvegis berjast fyri teimum mest grundleggjandi møguleikunum – rættinum til útbúgving, eitt sjálvstøðugt lív og eina framtíð fyri síni børn.
Kelda: Danska Bíbliufelagið
Ásbjørn Jacobsen, umsetti