Djevulin freistar Jesus.
Tá varð Jesus av andanum førdur niðan í oyðimørkina at verða freistaður av djevulinum.
Og tá ið hann hevði fastað fjøruti dagar og fjøruti nætur, hungraði hann til endans.
Og freistarin kom til hansara og segði við hann: «Um tú ert sonur Guds, tá sig, at hesir steinarnir skulu verða breyð.» Men hann svaraði og segði: «Skrivað stendur: «Menniskjan livir ikki av breyði eina, men av hvørjum orði, ið gongur út av Guðs munni.»
Tá tekur djevulin hann við sær inn í staðin halga og fer við honum upp á eitt torn í halgidóminum og sigur við hann: «Um tú ert sonur Guðs, tá stoyt teg sjálvan oman her, tí at skrivað stendur: «Einglum sínum man hann geva boð um teg, og á hondum munnu teir bera teg, at tú ikki meiðir fót tín á nøkrum steini.»
Jesus segði við hann: «Uppaftur stendur skrivað: «Tú mást ikki freista Harran, Gud tín.»»
Uppaftur tekur djevulin hann við sær niðan á eitt óføra høgt fjall og sýnir honum øll ríki heimsins og alla dýrd teirra og segði við hann: «Alt hetta vil eg geva tær, um tú vilt falla á knæ og tilbiðja meg.»
Tá sigur Jesus við hann: «Vík frá mær, Sátan! Tí at skrivað stendur: «Harran, Gud tín, eigur tú at tilbiðja og tæna honum eina.»»
Tá fór djevulin frá honum, og sí, einglarnir komu og tæntu honum.
Matt. 4,1-11
1. s. í føstu
Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen