Búmerkið hjá felagnum
Lurta
15. mar. 2025

Hin kánaneiska konan.

Og Jesus fór burtur haðani og helt ferðini móti bygdaløgunum við Týrus og Sidon.

Og sí, ein kánaneisk kona kom út um markaskjalini har og rópaði og segði: «Harri, Dávids sonur, miskunna mær! Dóttir mín er stødd í neyð av einum illum anda.» Men hann ønti henni ikki aftur.

Og lærusveinar hansara komu og bóðu hann og søgdu: «Slepp tær frá henni, tí at hon gongur og rópar eftir okkum.»

Men hann svaraði og segði: «Eg eri ikki sendur út uttan til teir burturvilstu seyðirnar úr Ísraels húsi.»

Men hon kom og fell á knæ fyri honum og segði: «Harri, hjálp mær!»

Men hann svaraði og segði: «Tað er ikki vakurt at taka breyðið hjá børnunum og blaka hundunum tað.»

Men hon segði: «Satt er tað, Harri, men hundarnir eta tó av molunum, sum detta niður av húsbóndans borði.»

Tá svaraði Jesus og segði við hana: «Kona, stór er trúgv tín! Verði tær sum tú vilt!»

Og dóttir hennara varð frísk frá teirri somu stund.

Matt. 15,21-28
2. s. í føstu

Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen