Nýggj bíbliu upplivingarmiðstøð i Danmark.
Í eini nýggjari og spennandi upplivingarmiðstøð fáa børn nú møguleikan at fara á eina heilt serliga ferð ígjøgnum bíbliunnar søgur.
Henda nýggja bíbliunnar upplivingarmiðstøðin, sum nýtir framkomna tøkni og kreativar uppsetingar, gevur børnum eina sansaliga og spennandi uppliving, har tey kunnu granska og uppliva bíbliusøgur á ein nýggjan hátt.
Ein sansalig og lærurík ferð
Upplivingarmiðstøðin er bygd sum ein stór villiniborg, har børn kunnu fara ígjøgnum ymsar partar av Bíbliuni. Í hvørjum rúmi uppliva tey nýggjar søgur og boðskapir – frá skapanini í Fyrstu Mósebók til undurverkini hjá Jesusi og søgurnar um ápostlarnar. Við at nema við, síggja, hoyra og flyta seg gjøgnum søgurnar verða børnini drigin inn í eina djúpa og veruliga uppliving av bíbliunnar heimi.
Samspæl millum tøkni og søgur
Fyri at gera ferðina enn meira spennandi eru tøkni og list sameinað á ein framúr hátt. Ljós-, ljóð- og myndaspøl skapa eina livandi frásøgn, har børn kunnu samskifta við umhvørvið og sjálvi vera partur av søgunum. "Virtual Reality" og samvirkin skíggjar geva møguleika at uppliva søgurnar við nýggjum eygum.
Fyrilit fyri læring og trivnaði
Ætlanin við upplivingarmiðstøðini er ikki bara at undirhalda, men eisini at læra børnini meira um Bíbliuna og boðskap hennara. Vegleiðarar eru til staðar fyri at kunna og samskifta við børnini, og har eru eisini staðir, har børn kunnu steðga á og hugsa um upplivingina.
Við hesi nýggju upplivingarmiðstøðini fær nýggja ættarliðið ein einastandandi møguleika at uppliva Bíbliuna á ein hátt, sum kveikir forvitni, gleði og undran.
Les meira á heimasíðuni hjá Danska Bíbliufelagnum.
Skrivað hevur: Ásbjørn Jacobsen