Búmerkið hjá felagnum
Lurta
24. mar. 2025

Bíbliuvegleiðari.

Bíbliuvegleiðarin er ein góð hjálp, tá ið vit skulu lesa í Bíbliuni.

Um ein ynskir at finna útav tí ókenda, hevur ein tørv á ymiskum amboðum, sum kunnu hjálpa at finna loysnir á rætta stað. Sama er galdandi, tá ið vit vilja granska í Bíbliuni. Bíblian er ein stór bók, við ómetaliga nógvum orðum, og tað kann tykjast møtimikið, at byrja uttan hjálp og vegleiðing.

Bíbliuvegleiðarin er eitt faldari, sum kann hjálpa tær, tá ið tú ynskir at lesa ella granska í Bíbliuni.

Bíbliuvegleiðarin veitir:

✔ Yvirlit yvir allar bøkurnar í Bíbliuni við stuttum viðmerkingum.

✔ Ítøkilig hugskot til, hvat ein kann lesa í ymiskum støðum í lívinum.

✔ Yvirlit yvir, hvar ein finnur nøkur av týdningarmestu versunum í Bíbliuni.

Tak niður, prenta, falda blaðið og legg Bíbliuvegleiðaran í tína Bíbliu. So ert tú til reiðar!

Bíbliuvegleiðarin er donsk og útgivin av Indre Missions Unge í samstarvi við Børne- og Ungdomsoase, Evangelisk Luthersk Ungdom, Kristeligt Forbund for Studerende, Luthersk Missions Ungdom og Bibelnøglen.

Tak niður Bíbliuvegleiðarin her...


Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen