Búmerkið hjá felagnum
Lurta
04. apr. 2025

Bíblian bjargaði lívi mínum.

Fiddes Lungu flutti til Nkhata-bay í vónini um eitt betri lív. Men í 2022 rakti vanlukkan, tá eitt ódnarveður oyðilegði heimið – og tók lívið av soni hennara.

Tyngd av sorg hugsaði Fiddes um sjálvmorð og kendi tað, sum lívið var ikki vert at liva. Eftir fleiri miseydnaðar royndir at taka sítt egna lív, fór hjúnalagið eisini at vikna.

Vónin kom við 'Family Scripture Engagement Packs' frá Bíbliufelagnum í Malawi. Fiddes varð vald sum móttakari og fekk eina Bíbliu og bíbliulesivegleiðing. Hon hugsaði ikki so nógv um hetta, men sum tíðin leið, vaks áhugin so spakuliga – og lív hennara broyttist á ein undurfullan hátt.

Við at søkja sær troyst í Skriftini fann Fiddes frið í orðunum úr 1. Pætursbræv 5,7: 'Kastið alla sorg tykkara á hann; tí at hann hevur umsorgan fyri tykkum.'

Við at trúgva á Harran Jesus fánaðu sjálvmorðstankarnir so líðandi, og ein innari friður kom ístaðin.

- Eg gráti ikki longur, sum eg plagdi at gera, sigur Fiddes. - Familjan er aftur savnað og vit hava tað gott, vegna hesa Bíbliuna. Um ikki tað hevði verið fyri hana, hevði eg tikið lív mítt.

- Bíblian bjargaði lívi mínum

Vitnisburðurin hjá Fiddes vísir, hvussu Bíblian kann broyta lív. Hann vísir eisini, hvussu stóran týdning tað hevur, tá ið vit biðja og stuðla bíbliuarbeiðnum heima og úti. Tað gevur vón og signing til tey, sum longjast eftir at lesa Guds orð á sínum egna máli.

Ásbjørn Jacobsen, umsetti