Eingil boðar føðing Jesu.
Men í sætta mánaði varð Gabriel eingil sendur av Guði til eina bygd í Galileu, sum eitur Nasaret, til eina jomfrú, ið var trúlovað einum manni, sum æt Jósef, av Dávids ætt; og navn jomfrúnnar var Maria.
Og eingilin kom inn hjá henni og segði: «Heil veri tú, sum náði hevur fingið! Harrin er við tær, [tú sum ert vælsignað av kvinnum!»]
Men hon var heilt óttafull av hesum orðum, og hon hugsaði um, hvat henda heilsan mundi hava at týða. Og eingilin segði við hana: «Óttast ikki, Maria! Tí at tú hevur funnið náði hjá Guði. Og sí, tú skalt verða við barn og eiga ein son, og navn hansara skalt tú kalla Jesus. Hann skal verða stórur og verða kallaður sonur hins hægsta, og Guð Harrin skal geva honum hásæti Dávids, faðirs hansara; og hann skal verða kongur yvir ætt Jákups allar ævir, og á kongadømi hansara skal eingin endi verða.»
Men Maria segði við eingilin: «Hvussu kann hetta bera til, við tað at eg ikki veit av manni?» Og eingilin svaraði og segði við hana: «Heilagi andin skal koma yvir teg, og kraft hins hægsta skal skugga yvir teg, tí skal eisini hitt heilaga, sum borið verður í heim, verða kallað sonur Guðs.
Og sí, Elisabet, skyldkona tín, eisini hon ber son undir belti í elli síni, og hetta er nú hin sætti mánaður hjá henni, sum kallað var ein ófrukt. Tí at hjá Guði man ikki nøkur søk vera ógjørlig.»
Men Maria segði: «Sí, eg eri tænastukvinna Harrans; verði mær eftir orðum tínum!» Og eingilin fór frá henni.
Luk. 1,26-38
Boðanardagur Mariu
Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen