Búmerkið hjá felagnum
Lurta
10. apr. 2025

Korea fingið nýggja bíbliutýðing.

​Koreanska Bíbliufelagið hevur givið út eina nýggja týðing av Bíbliuni á koreanskum, nevnd "Nýggja Koreanska Bíblian".

Verkætlanin byrjaði í 2011 og tók 13 ár at fullføra. Endamálið við nýggju týðingini er at endurgeva upprunaliga týdningin og enddurnýggja tekstbygnaðin, samstundis sum nútímans koreanskt mál verður nýtt, hóskandi til 21. øldina.

Til týðingina hava 36 bíbliuserfrøðingar úr ymiskum kirkjum og tríggir málfrøðingar luttikið.

Hátíðahald varð tann 8. apríl í høvuðssalinum í Youngnak kirkjuni í Seoul fyri at hátíðarhalda útgávuna av hesi nýggju týðing.

Presturin í Youngnak kirkjuni, Woonsung Kim, prædikaði um týdningin av at lesa, hoyra og varðveita Guds orð, og legði dent á, at kirkjan hevur skyldu at bera Orðið víðari til heimin.

Hann vísti á, at nýggja týðingin ger ávísar munir í tekstinum so teir verða lættari at skilja, og vónar, at hetta fer at endurvekja missiónina hjá koreansku kirkjuni at kunngera Orðið.