Nýggj tøl: So nógv kunnu lesa Bíbliuna á egnum máli.
Fleiri milliardir kunnu nú lesa Bíbliuna á móðurmálinum. Aðalskrivarin kallar tað fyri eitt «einastandandi bragd».
Ongantíð áður hava so nógv fólk havt atgongd til Bíbliuna á sínum egna máli. Sambært nýggjum hagtølum frá United Bible Societies (UBS) kunnu nú 6,1 milliardir fólk lesa Bíbliuna á móðurmáli sínum. Hetta svarar til umleið 75 prosent av heimsins fólkatali.
Tó eru nógv mál eftir. Í dag er Bíblian umsett til egið mál í 52 prosentum av heimsins málum.
– Aftanfyri hesi tølini liggur eitt hart og málrættað arbeiði, fyrst og fremst frá teimum, sum umseta, men eisini frá teimum, sum stuðla á aðrar mátar, sigur Anders Göranzon, aðalskrivari í Svenska Bibelsällskapet, við svenska blaðið Dagen.
Fleiri enn hundrað mál
Í fjør vórðu 105 nýggjar bíbliuumsetingar fullførdar, og hetta kom umleið 580 milliónum menniskjum til góðar.
Millum málini, sum nú hava fingið Bíbliuna heilt ella lutvíst umsetta, eru t.d. wayuunaiki, sum verður tosað í Kolombia og Venezuela, og lyélé, sum verður tosað í Senegal.
Menning í Norðurlondum
Eisini her norðanfyri gongur framá. Í 2023 fekk suðursámiska málið fyri fyrstu ferð eina umseting av Nýggja Testamenti.
– Tað var ein sera stór uppliving, serliga tá høvuðsumsetarin las evangeliið á suðursámiskum og gjørdist so rørdur, at hann megnaði ikki at lesa, sigur Göranzon við Dagen.
Norska og svenska bíbliufelagið arbeiða víðari við at umseta partar av Gamla Testamenti til suðursámiskt. Eisini eru verkætlanir í gongd fyri lulesámiskt.
Í Svøríki arbeiða tey eisini við meänkieli, sum er eitt fínsk-svenskt mál, ið verður tosað heilt har norðuri í Svøríki nær markinum til Finnland.
Og í Føroyum arbeiðir Føroyska Bíbliufelagið við umsetingini hjá Hans J. Joensen og við at endurskoða Nýggja Sáttmálan.
Skrivað hevur: Ásbjørn Jacobsen