Jesus ríður inn í Jerúsalem.
Og tá ið teir nærkaðust Jerúsalem og komu til Betfage við Oljufjallið, tá sendi Jesus tveir lærusveinar undan og segði við teir:
«Farið í bygdina her beint framman fyri tykkum, og brátt munnu tit finna eitt ásin standa bundið og eitt fyl hjá tí; loysið tey og leiðið mær tey higar. Og um onkur sigur nakað við tykkum, so skulu tit siga, at Harranum tørvar tey; tá man hann alt fyri eitt lata tey avstað.»
Men hetta hendi, til tess at tað skuldi ganga út, sum talað er av profetinum, tá ið hann sigur: «Sions dóttur berið tit boð: Sí, kongur tín til tín kemur, lítillátur, á asna hann ríður, á ungum klyvjadjórs fyli.»
Men lærusveinarnir fóru avstað og gjørdu, sum Jesus hevði boðið teimum; og teir komu við ásininum og fylinum og løgdu klæði síni á tey, og hann setti seg oman á tey.
Men flest øll av mannamúgvuni breiddu klæði síni á vegin, og summi brutu greinar av trøunum og løgdu á vegin.
Men mannamúgvurnar, sum gingu undan honum og sum gingu aftaná, rópaðu og søgdu: «Hosianna, Dávids sonur! Vælsignaður veri tann, ið kemur í Harrans navni! Hosianna í hægsta himli!»
Matt. 21,1-9
Pálmasunnudagur
Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen