Nýggja Bíbliuappin er nú dagførd við fleiri hentleikum og funkum.
Tað var í novembur 2024, at Føroyska Bíbliufelagið kom við nýggjari og framkomnari Bíbliuapp. Longu nú hava fleiri enn 1700 fólk tikið nýggju appina niður.
Arbeitt hevur verið við eini dagføring og appin er nú klár at taka niður á GooglePlay og AppStore.
Í nýggju Bíbliuappini eru: Dahl/Viderø Bíblian (1961), Nýggi Sáttmálin (2009) og Evangeliið eftir Matteus (JH Schrøter) (1823).
Við nýggju dagføringini, útgáva 1.0.3, eru fleiri hentleikar og funkur:
- Bókamerki - goyma tekstir.
- Lita eitt ella fleiri vers í senn.
- Skriva notur ella viðmerkingar til vers.
- Mannakorn til hvønn dag, sum kunnu deilast beinleiðis við onnur ella avritast til egna nýtslu.
- Tú kanst eisini síggja hvørji vers, tú hevur vitjað seinastu tíðina.
- Samanbera tvær ymiskar umsetingar t.d. Dahl 1961 og Nýggja Sáttmálan.
- Í bíbliutekstinum verður ofta víst til onnur skriftstøð í Bíbliuni. Hesar tilvísingar síggjast nú í appini.
- Og mangt annað.
> Les ella tak niður nýtsluvegleiðing (pdf) til nýggju Bíbliuappina her...
Til ber at trýsta á AppStore ella GooglePlay, og so kanst tú leggja appina inn á telefonina ella teldulin.
Appin eitur "Bíbliuappin" á AppStore og "Bíblia" á GooglePlay.
- Bíbliuappin til IOS (iPhone og iPad) kann takast niður her...
- Bíbliuappin til Android (Samsung o.fl.) kann takast niður her...
Tað er fyritøkan: iSolveIT ApS, við Andrasi Eliassen, ið hevur ment appina.
Bíbliufelagið arbeiðir støðugt við at menna appina við fleiri hentleikum í komandi útgávum.
Bíbliuappin er ókeypis at taka niður og brúka.
Takk fyri stuðulin til Føroyska Bíbliufelagið og takk fyri, at tú nýtir okkara nýggju Bíbliuapp. Vit vóna, at tú fært gleði av at nýta hana.
Takk, um tú vilt vera við til at stuðla okkara arbeiði. Konto nr. 9181-380.777.2
Viðmerkingar um appina kunnu sendast til t-post: aj@biblia.fo
Føroyska Bíbliufelagið
www.biblia.fo
Stutt um Bíbliuna: Bíblian er heimsins mest lisna bók og verður tí eisini kallað Bókanna bók. At síggja til líkist hon øðrum bókum, men kanna vit gjøllari, síggja vit, at hon er heilt ólík øðrum bókum. Grundin til tað er, at Bíblian er ikki ein bók, men nógvar bøkur, 66 til samans. Orðið “Bíblia” er grikskt og merkir bók. Vit kenna eisini orðið “bibliotek”, ella bókasavn, og sigast kann, at Bíblian er eitt bókasavn. Bøkurnar eru sera ymiskar, t.d. eru lógir, søgur, kensluborin skaldskapur, orðtøk, dagbøkur, sálmar og brøv at finna í Bíbliuni. Bíblian er í tveimum pørtum, Gamla Testamenti og Nýggja Testamenti. Í Gamla Testamenti eru 39 bøkur og í Nýggja Testamenti eru 27 bøkur. Í fyrstuni vóru tær elstu skriftirnar í Bíbliuni sagdar munn av munni frá ættarliði til ættarlið. Men so við og við vórðu tær skrivaðar niður. Mong ymisk fólk hava skrivað Bíbliuna. Tað er ikki lætt at siga, hvussu gamlar kristnu skriftirnar eru, og tey, ið royna at seta árstøl á, eru ójøvn á máli. Hildið verður, at tær elstu skriftirnar eru skrivaðar um ár 1000 f.Kr. |
Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen