Búmerkið hjá felagnum
Lurta
16. apr. 2025

Páskamáltíðin.

Men á fyrsta degi hinna ósúrgaðu breyðanna komu lærusveinarnir til Jesus og søgdu: «Hvar vilt tú, at vit skulu gera alt til reiðar til tín at eta páskalambið?»

Men hann segði: «Farið inn í staðin til tann mannin, tit vita, og sigið við hann: «Meistarin sigur: Mín tími er í nánd; hjá tær vil eg halda páskir saman við lærusveinum mínum.»»

Og lærusveinarnir gjørdu, sum Jesus bað teir, og teir gjørdu páskalambið til. Men tá ið kvøldið var komið, settist hann til borðs saman við teimum tólv lærusveinunum. Og meðan teir fingu sær at eta, segði hann: «Sanniliga sigi eg tykkum: ein tykkara fer at svíkja meg.»

Og teir vórðu ógvuliga harmfullir og fóru at siga við hann hvør fyri seg: «Harri, tað man tá ikki vera eg?» Men hann svaraði og segði: «Tann, ið dyppaði hondina í fatið við mær, hann fer at svíkja meg.

Satt er tað, at menniskjusonurin fer burtur, soleiðis sum skrivað stendur um hann; men vei tí manni, sum menniskjusonurin verður svikin av! Betri hevði verið tí manni, at hann aldri var føddur.» vMen Judas, ið sveik hann, tók til orða og segði: «Tað man tá ikki vera eg, rabbi?» Hann sigur við hann: «Nú segði tú tað sjálvur.»

Kvøldmáltíðin innsett

Men meðan teir fingu sær at eta, tók Jesus breyð, og hann vælsignaði og breyt tað og gav lærusveinunum tað og segði: «Takið, etið; hetta er likam mítt.»

Og hann tók ein kalik og takkaði, gav teimum og segði: «Drekkið allir úr honum; tí at hetta er blóð mítt, blóð sáttmálans, sum verður úthelt fyri mongum til fyrigevingar syndanna.

Men eg sigi tykkum, at frá hesi stund skal eg ikki meira drekka av hesi frukt víntræsins, til tann dag, tá ið eg drekki hana nýggja saman við tykkum í ríki faðirs míns.»

Og tá ið teir høvdu sungið lovsongin, fóru teir út til Oljufjallið.

Matt. 26,17-30
Skírishósdagur

Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen