Búmerkið hjá felagnum
Lurta
17. apr. 2025

Krossfestingin.

Og tá ið teir høvdu spottað hann, lótu teir hann úr aftur skikkjuni og lótu hann í hansara egnu klæði; og teir fóru avstað við honum at krossfesta hann.

Men á veginum út hittu teir ein mann frá Kýrene, sum æt Símun. Hann noyddu teir til at bera kross hansara. Og tá ið teir komu út til ein stað, ið nevnist Golgata, tað merkir: ennistaður, góvu teir honum vín blandað við galli at drekka; og tá ið hann hevði smakkað tað, vildi hann ikki drekka.

Men tá ið teir høvdu krossfest hann, býttu teir klæði hansara sundur ímillum sín og lutaðu um tey, [fyri at tað skuldi ganga út, ið talað er av profetinum: «Klæði míni býttu teir sín ámillum, og um kyrtil mín kastaðu teir lut.»]. Og teir sótu har og hildu vakt yvir honum.

Og uppi yvir høvdi hansara settu teir sakarmál hansara, soleiðis skrivað: Hetta er Jesus, kongur Jødanna. Síðan vórðu krossfestir saman við honum tveir ránsmenn, annar høgrumegin og annar vinstrumegin.

Men tey, ið gingu tvørturvið, spottaðu hann og ristu við høvdinum og søgdu: «Tú, sum brýtur templið niður og byggir tað upp aftur eftir trimum døgum, bjarga nú tær sjálvum! Um tú ert sonur Guðs, tá stíg niður av krossinum!» Somuleiðis háðaðu høvuðsprestarnir hann í felagi við hinum skriftlærdu og hinum elstu og søgdu: «Øðrum hevur hann hjálpt, men sær sjálvum er hann ikki mentur at hjálpa! Hann er kongur Ísraels! Lat hann nú stíga niður av krossinum, so skulu vit trúgva á hann! Hann leit á Guð. Hann bjargi honum nú, um hann leggur nakað í hann! Tí at hann hevur sagt: «Eg eri sonur Guðs.»»

Á sama hátt spottaðu eisini ránsmenninir hann, sum vóru krossfestir saman við honum. Men frá sætta tíma kom myrkur um alt landið líka til níggjunda tíma. Men um níggjunda tíma rópaði Jesus við harðari rødd og segði: «Eli, eli, lama sabaktani?» Tað er: «Guð mín, Guð mín, hví fórt tú frá mær?» Men nakrir av teimum, ið har stóðu, søgdu, tá ið teir hoyrdu hetta: «Hann rópar eftir Elia.» Og við tað sama leyp ein teirra til og tók ein svamp og fylti hann við ediki og setti hann á ein rørstav og gav honum at drekka. Men hinir søgdu: «Bíða, lat okkum síggja, um Elia kemur at bjarga honum.» Men Jesus rópaði aftur við harðari rødd og gav upp andan.

Og sí, forhangið í templinum skrædnaði í tvey úr erva og líka niður ígjøgnum, og jørðin skalv og fjøllini klovnaðu, og gravirnar opnaðust, og mong likam av teimum heilagu, sum farin vóru til hvílu, risu upp; og tey gingu út úr grøvunum aftan á uppreisn hansara og fóru inn í hin heilaga staðin og sýndu seg fyri mongum.

Men tá ið høvuðsmaðurin og teir, sum saman við honum hildu vakt yvir Jesusi, sóu landskjálvtan og tað, ið til barst, vórðu teir ógvuliga ræddir og søgdu: «Sanniliga var hesin sonur Guðs!» Men har vóru mangar kvinnur, sum stóðu burtur frá og hugdu at, tær, sum høvdu fylgt Jesusi úr Galileu og høvdu tænt honum. Teirra millum var Maria Magdalena og Maria, móðir teirra Jákups og Jósefs, og móðirin at Sebedeusarsonunum.

Matt. 27,31-56
Langi Fríggjadagur

Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen