Búmerkið hjá felagnum
Lurta
23. apr. 2025

Søguligt gjøgnumbrot: 6,1 milliard kunnu nú lesa Bíbliuna á sínum egna máli.

Fyri fyrstu ferð í søguni hava fleiri enn 6,1 milliardir fólk, fingið atgongd til alla Bíbliuna á sínum egna máli!

Hetta er ein týðandi varði í altjóða bíbliuumsetingararbeiðinum og í visjónini hjá Sameindu Bíbliufeløgunum, at øll skulu hava atgongd til Guds orð á einum máli, tey skilja.

Í 2024 vórðu bíbliutekstir umsettir til 105 mál, sum gevur 580 milliónum Guds heilaga orð. Her eru nøkur hæddarpunkt frá umsetingararbeiðinum í 2024:

  • 74 mál fingu bíbliutekstir fyri fyrstu ferð nakrantíð.
  • 13 teknmál fingu fleiri bíbliupartar umsettar – til gleði fyri 1,2 milliónir deyv.
  • 14 hótt minniluta mál fingu bíbliutekstir, sum hjálpa teimum at varðveita bæði trúgv og mentan.

Er umsetingararbeiðið so komið á mál? Nei, langt frá tí! Enn vanta 48 % av heimsins málum eina umseting av Bíbliuni, og nógv av hesum eru smáir og viðbreknir málbólkar. Tí halda vit fram við arbeiðinum.

Saman við staðbundnu trúarsamfeløgum, fakfólki og gávumildum gevarum, vóna vit, at kunna bera Guds orð til enn fleiri í komandi tíðum, verður sagt í einum tíðindaskrivi frá Sameindu Bíbliufeløgunum.

Føroyska Bíbliufelagið er sjálvstøðugur limur í Sameindu Bíbliufeløgunum (United Bible Societies) og stuðlar arbeiðinum.

Takk, um tú vilt vera við til at stuðla okkara arbeiði. Konto nr. 9181-380.777.2

Skrivað hevur: Ásbjørn Jacobsen