Búmerkið hjá felagnum
Lurta
27. apr. 2025

Boða Jesus Messias í Immanuelkirkjuni í Tel-Aviv.

Við stuðli frá trúgvum gevarum, hevur Bíbliufelagið í Ísrael deilt Guds orð í kirkjum og á gøtum. Hetta er teirra svar upp á kreppuna, sum landið er í – at elska ísraelsfólk og sáa hitt góða sáðið við boðskapinum úr Bíbliuni.

Victor Kalisher, ein Jesus-trúgvandi jødi, leiðir toymið í Jerusalem. Hann sigur: ‘Vit brúka ein stóran bil, sum vit fylla við Bíblium og evangeliskum tilfari.’ Hann kallar bilin MoBible – okkara flytibara bíbliueind. ‘Vit deila einastu sonnu og varandi vón og troyst – Guds heilaga og livandi orð.’

Toymið hevur ymiskt tilfar: Gamla Testamenti, serligar messianskar útgávur av Sálmunum og Nýggja Testamenti – alt eftir hvat fólk vilja taka ímóti. Hesar Bíbliur eru skrivaðar á nútíðarhebraiskum, stuðla av trúgvum gevarum.

Eitt yndisstað fyri toymið at røkka fólki í Tel Aviv er Immanuel-kirkjan, ein framúr vakur bygningur við vøkrum spíra. Kirkjan hýsir eini lutherskari meinigheit, sum hevur gudstænastur á hebraiskum og enskum. Victor greiðir frá: ‘Ísraelsfólk ganga framvið hesi søguligu kirkju og verða drigin at henni. Men mong halda hana vera eitt umboð fyri ein fremmandan átrúna, sum er óviðkomandi og kanska beinleiðis fíggindaligur ímóti jødum.’

‘Vit avgjørdu at brúka teirra forvitni og siga teimum sannleikan! Tað er ótrúligt at síggja, hvussu opin mong eru, og hvussu bilsin tey verða, tá tey skilja, at evangeliið um Jesus Messias er sera viðkomandi fyri tey sum jødar. Nýggja Testamenti er ein jødisk bók, sum ber gleðiboðskapin bæði til jødar og heidningar.’

Victor greiðir frá eini hending í kirkjuni: Ein vitjandi sá eina opna Bíbliu á eini altartalvu, millum eitt krossmerki og ein tempul-menora, og varð hugtikin av tí, hann las. Hann fór til Victor og bað um eina bók ‘við sama innihaldi’.

‘Hesin maðurin helt fram at vitja kirkjuna,’ sigur Victor. ‘Tá ið ein tíð var fráliðin, segði hann okkum frá, hvussu undrandi hann var yvir, hvussu nógv hann sjálvur broyttist, bert við at lesa Gamla og Nýggja Testamenti. Vinir hansara kenna hann næstan ikki aftur! Friðurin og kærleikin, hann kennir gjøgnum lesnaðin, hevur longu broytt hann innanífrá. Tað er ein ótrúlig gleði at síggja Guds orð í verki!’

Toymið bjóðar eisini fólki til Immanuel-kirkjuna. Nýliga bjóðaðu tey Avrum, einum 52 ára gomlum manni, sum vaks upp saman við 12 systkjum í Me’a She’arim, einum ultra-ortodoksum samfelagi í Jerusalem. Avrum hevði ikki praktiserað sína trúgv í langa tíð og hevði seinastu tíðina verið tyngdur av tungum hugsanum. Tá toymið segði honum, at Gud elskar hann, byrjaði Avrum at gráta.

‘Ein kanadiskur vinur hevði vitnað fyri honum í fleiri ár,’ greiðir Victor frá. ‘Men hann hevði ongantíð hitt jødar, sum trúgva á Yeshua (Jesus). Hann var ovurfegin. Vit bóðu saman við honum og góvu honum evangeliskt tilfar og eina Bíbliu.’

Toymið bjóðaði eisini Avrum at hittast aftur í Immanuel-kirkjuni. Victor sigur: ‘Til okkara stóru gleði kom Avrum aftur, og vit brúktu langa tíð at lesa meira úr Bíbliuni og biðja saman. Hann hevði so nógvar spurningar – og fyri tað lovprísa vit Harranum. Nú veit hann, at fleiri trúgvandi eru í Immanuel-kirkjuni, sum hann kann koma saman við, og vit halda fram at stuðla og fylgja honum.’

Kelda: Bretska Bíbliufelagið
Ásbjørn Jacobsen, umsetti

Immanuel-kirkjan