Búmerkið hjá felagnum
Lurta
01. mai 2025

Stór broyting.

Í einum samfelagi, har meginparturin av fólkinum livir í stórum fátækradømi, og har rúsevnahandil og harðskapur eru vanlig fyribrigdi, hevur nýggja bíbliutýðingin á Achí-málinum í Cubulco, longu gjørt sína ávirkan.

Týðingin av Bíbliuni til Achí-málið í Cubulco byrjaði fyri 66 árum síðan, tá reformeraðu kirkjurnar í Vínlandi framleiddu sín fyrsta part úr Bíbliuni. Men tað var ikki fyrr enn í 2019, í samstarvi við Bíbliufelagið í Guatamala, at øll bíbliutýðingin varð givin út.

Í 8 ár arbeiddi Magdalena Antret sum týðari í verkætlanini, og hon var ovurfegin, tá hon fekk eitt av teimum fyrstu eintøkunum: "Eg eri sera glað og rørd um alt tað arbeiðið, ið varð gjørt fyri okkara fólk."

Ein onnur, sum fekk eina nýggja Bíbliu, Francisca Ruiz Ramos, hevði tár í eygunum: "Áðrenn kendi eg bara Bíbliuna á sponskum, men nú… eg kenni meg signaða at hava eina Bíbliu á mínum egna máli. So við og við fari eg at læra og skilja, hvat Gud hevur at siga mær."

At kunna lesa Bíbliuna á sínum egna móðurmáli kann verða ein stór broyting fyri einstaklingar og samfeløg.

Nú skipa tey fyri undirvísingartímum í skúlum og kirkjum, kallaðir "Seeds of Value", har tey læra um kristin virðir.

Lesi- og skriviverkætlanir, við støði í Bíbliuni, hjálpa teimum ungu at læra at lesa og skriva, meðan tey samstundis læra Guds orð at kenna.

Ásbjørn Jacobsen, umsetti