Danska Bíbliufelagið hevur heiðrað Margrethu drotning.
Danska Bíbliufelagið hevur latið Margrethu drotning heiðursløn fyri hennara íkast og stuðul til Danska Bíbliufelagið.
Tað boðar Danska Bíbliufelagið frá í einum tíðindaskrivi hósdagin.
– Heiðurslønin er ein tøkk fyri hennara lívslanga virki innan trúgv og kirkjulív í Danmark, og hennara lut í at greiða frá týdninginum, sum Bíblian hevur í danska samfelagnum, stendur í grundgevingini.
Bíbliufelagið sigur seg hava til endamáls, at fremja bíbliunýtslu, bíbliulesnað og bíbliukunnleika. Við heiðurslønini vil felagið viðurkenna tey, sum hava hjálpt við hesum.
Í tíðindaskrivinum verður drotningin lýst sum ein "trúfastur verji fyri Bíbliufelagið í áratíggju."
Hon fær m.a. rós fyri síni átrúnaðarligu listaverk við bíbilskum evnum.
Drotningin hevur, við sínum opinleika um trúgv og við støðugari luttøku í kirkjum kring alt landið, skapað eina fólkaliga og jaliga mynd av trúgv í praksis, sigur formaðurin í nevndini fyri Bíbliufelagið, Peder Ø. Andreasen.
– Hon hevur, við síni nærveru í kirkjurúminum – á jøvnum føti við kirkjufólkið – verið við til at gera kristindómin meira natúrligan og styrkt leiklutin hjá kirkjufólkinum í donsku fólkakirkjuni.
Heiðurslønin er 10.000 krónur og eitt innrammað heiðursbræv við Bíbliuni hjá Christian IV frá 1633.
Skrivað: Ásbjørn Jacobsen