Búmerkið hjá felagnum
Lurta
03. mai 2025

Jesus, hin góði hirðin.

Eg eri hin góði hirðin. Hin góði hirðin setir lív sítt til fyri seyðirnar.

Leigusveinurin, sum ikki er hirði og sum ikki eigur seyðirnar, sær úlvin koma og fer frá seyðunum og rýmir, og úlvurin rænir teir og spjaðir teir sundur, av tí at hann er leigusveinur og hann einki leggur í seyðirnar.

Eg eri hin góði hirðin, og eg kenni mínar, og mínir kenna meg, eins og eg kenni faðirin, og faðirin kennir meg; og eg seti lív mítt til fyri seyðirnar.

Eg havi eisini aðrar seyðir, sum ikki hoyra upp í hetta fylgið.

Eisini teir eigi eg at leiða, og teir skulu hoyra reyst mína, og tað skal verða eitt seyðafylgi, ein hirði.

Jóh. 10,11-16
2. s. e. páskir