Felagskirkjulig gudstænasta og stuðul til Spírar.
Aftur í ár var felagskirkjulig gudstænasta í Havn. Tað eru kirkjur og samkomur í Suðurstreymi, sum skipa fyri.
Tað hevur verið siðvenja í mong ár at hava hesar felagskirkjuligu gudstænastuna beint eftir páskir.
Endamálið er, at skapa størri fatan og umsorgan hjá kirkjum og samkomum hvør fyri øðrum, hóast ymisk frávik í læru og arbeiði.
Heitið fyri gudstænastuna í ár var: ”Vón í trongum tíðum.”
Í ár var gudstænastan í Frelsunarherinum týsdagin 22. apríl 2025.
Á hvørjum ári er innsavnan undir gudstænastuni til okkurt gott endamál, og í ár var innsavnanin til Spírar hjá Bíbliufelagnum. Tað takka vit fyri.
Til ber at stuðla Spírum við eingangsgávu ella mánaðarliga á 6460-569.499.1
Hjartaliga takk fyri allan stuðul! Jú fleiri vit eru sum stuðla, jú skjótari koma vit á mál.
Sí eisini stuðuls-video frá Spírum her.
Gudstænastan í Frelsunarherinum kann síggjast her.