Hetta søgdu tær um Bíbliuna.
Angela Merkel, í røðu 31. okt. 2017:
”Við Bíbliutýðing Luthers og menningini av einum sameindum skrivaðum týskum máli gjørdist møguligt hjá øllum íbúgvum at skilja ta Heilagu Skriftina. Bíblian, uppfunna prentingarpressan og nýtslan av henni gav fólkinum atgongd at skilja hornasteinarnar í trúnni. (…) í prestaembæti sett saman av øllum trúgvandi, bæði kundi og átti ein og hvør kristin at taka ábyrgd og gerast før/ur at miðla trúnna. Úr hesum hugskotum mentist ein nýggj sosial ábyrgd.
Aftanfyri gudfrøðiligar spurdómar varð útbúgving sæð sum ein týdningarmikil grundarsteinur í øllum lívsins viðurskiftum.” Merkel endaði røðuna við persónligari hugleiðing: ”Vit gera øll mistøk. Men tað kennist mær frígerandi, at vit, sum eru ófullkomin, fáa Guds náði og kærleika.”
Eleanor Roosevelt, orðastubbi ísv. Altjóða Bíbliu viku 23.okt. 1953:
”Tá vit vóru børn, hoyrdu flest okkara bíbliusøgur og eg minnist nú nakrar av myndunum, sum vaktu áhuga mín, meðan søgurnar vórðu lisnar. Hesar søgur í vaksnamannahøpi eru allar í Bíbliuni. Virðið vit fáa, tá vit lesa hesar í Bíbliuni, er at vit venjast við vakra enska málið í Bíbliuni. Nakrir av monnunum, sum í røðum sínum hava brúkt tað vakrasta enska málið, hava sjálvir víst á, at teir kendu sína Bíbliu serliga væl; og tí er bæði snið og innihald týdningarmikið í tí, vit lesa.
Ígjøgnum ár og dag havi eg varnast, at tað at lesa og endurlesa stórslignar bókmentir, sum Bíblian sanniliga er, er sera gevandi yrki. Tí hvørja ferð tú endurlesur, finnur tú nýggja meining ella ein nýggjan vakurleika, ið tú ikki hevði varnast áðrenn.”
Drotning Elizabeth, um King James - útgávuna, hon vaks upp við, frá røðu 15. sep. 2022:
”Viðurkend sum eitt meistaraverk innan enskan prosaskaldskap og sum tann mest livandi týðingin av Skriftunum, tað ærumikla málið í hesi Bíbliu hevur hórað undan søguligum ófriði og givið mongum okkara tí mest viðurkendu og vakrastu lýsingarnar av Jesu Kristus føðing.”
Katrin Elisabeth Lydersen Jacobsen, umsetti
Lagt út: Ásbjørn Jacobsen