Búmerkið hjá felagnum
Lurta
14. mai 2025

Eg eri ein nýggj Martina.

“Tá ið eg lesi Nýggja Testamentið, fái eg frið og gleði í sál og sinnið. At eiga Nýggja Testamenti á mínum egna máli, er sum at hava ein góðan og trúgvan fylgisvein. Áður átti eg eina spanska Bíbliu, men eg dugdi ikki málið.”

Martina býr í Quimil, Argentina, og tosar vesturtoba. Samfelagið hjá henni varð rakt av ræðuligum vatnflóðum, og sum uppihaldari í familjuni mátti hon taka sær av sínum 7 børnum og 21 ommubørnum, meðan tey royndu at fóta sær eftir vanlukkuna.

Hóast stóra mótgongd, og at tey máttu flyta burtur frá sínum vanligu matvørukeldum og lívsstíli við vatnið, sigur Martina, at tey aftur eru vónrík. Samfelagið hevur arbeitt saman við Bíbliufelagnum í Argentina, og nú hava tey Nýggja Testamenti á hennara egna máli!

“Bíblian hevur hjálpt mær at góðtaka støðuna við vatnflóðunum og flutninginum. Eg eri ikki ill inn á Gud, um tað sum er hent… Bíblian hevur verið mær ein stór hjálp í neyðini. Hon hevur givið mær vón og hjálpt mær at koma nærri Gudi og kenna meg bundna at honum. Áður hevði eg Bíbliuna á sponskum, men eg dugdi ikki málið.”

“Arbeiðið hjá teimum fyrstu trúboðarunum millum toba-fólkið minnir meg um arbeiðið hjá Paulusi, og eg minnist arbeiðið hjá teimum fyrstu trúboðarunum her í landinum. Hvørja ferð eg lesi Nýggja Testamentið, gevur tað mær ein innara frið og gleði… Nýggja Testamentið á mínum egna máli,er sum ein tryggur og álítandi fylgisveinur í viðgongd og mótgongd.”

“Eg eri ein nýggj Martina, tí nú kann eg lesa Nýggja Testamentið á móðurmáli mínum, sigur ein fegin Martina.”

Ásbjørn Jacobsen, umsetti