Gerningur Heilaga Andans.
Men nú fari eg burtur til hansara, sum sendi meg; og eingin tykkara spyr meg: «Hvar fert tú?»
Men av tí at eg havi talað hetta til tykkara, hevur sorg fylt hjarta tykkara. Men eg sigi tykkum sannleikan: Tað er tykkum at gagni, at eg fari burtur. Tí at fari eg ikki burtur, kemur talsmaðurin ikki til tykkara; men fari eg burtur skal eg senda hann til tykkara.
Og tá ið hann kemur, skal hann sannføra heimin um synd og um rættvísi og um dóm. Um synd, av tí at teir ikki trúgva á meg; um rættvísi, av tí at eg fari til faðirin, og tit síggja meg ikki longur; men um dóm, av tí at høvdingin í hesum heimi er dømdur.
Enn havi eg nógv at siga tykkum; men tit eru ikki mentir at bera tað nú.
Men tá ið hann kemur, sannleikans andi, tá skal hann vegleiða tykkum til allan sannleikan; tí at hann skal ikki tala av sær sjálvum, men hvat sum hann hoyrir, skal hann tala, og tað, sum skal koma, skal hann kunngera tykkum. Hann skal dýrmeta meg; tí at hann skal taka av mínum og kunngera tykkum.
Alt tað, sum faðirin hevur, er mítt. Tí segði eg, at hann tekur av mínum og kunnger tykkum.
Jóh. 16, 5-15
4. s. e. páskir
Lagt út: Ásbjørn Jacobsen