Búmerkið hjá felagnum
Lurta
24. mai 2025

Teir skulu skiljast, men síggjast aftur.

Men tá ið hann kemur, sannleikans andi, tá skal hann vegleiða tykkum til allan sannleikan; tí at hann skal ikki tala av sær sjálvum, men hvat sum hann hoyrir, skal hann tala, og tað, sum skal koma, skal hann kunngera tykkum.

Hann skal dýrmeta meg; tí at hann skal taka av mínum og kunngera tykkum. Alt tað, sum faðirin hevur, er mítt. Tí segði eg, at hann tekur av mínum og kunnger tykkum.

Teir skulu skiljast, men síggjast aftur

Um lítla stund, og tit síggja meg ikki longur, og aftur um lítla stund, tá skulu tit síggja meg.» Tá søgdu nakrir av lærusveinum hansara hvør við annan: «Hvat er hetta, sum hann sigur við okkum: Um lítla stund, og tit síggja meg ikki, og aftur um lítla stund, og tit skulu síggja meg, og: Eg fari til faðirin?»

Teir søgdu tí: «Hvat er hetta, sum hann sigur: Um lítla stund. Vit skilja ikki, hvat hann talar.»

Jesus visti, at teir ætlaðu at spyrja hann, og hann segði við teir: «Er tað hetta, tit skifta orð um tykkara millum, at eg segði: Um lítla stund, og tit síggja meg ikki, og aftur um lítla stund, og tit skulu síggja meg? Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Tit skulu gráta og eymka tykkum, men heimurin skal fegnast: Tit skulu verða sorgarbundnir, men sorg tykkara skal verða vend til gleði. Konan, sum skal eiga barn, hevur sorg, tí at tími hennara er komin; men tá ið hon hevur átt barnið, kemur henni ikki longur neyðina í hug fyri gleðina um, at ein menniskja er fødd í heimin.

Eisini tit hava tá nú sorg, men eg skal síggja tykkum aftur, og tá skal hjarta tykkara gleðast, og eingin skal taka gleði tykkara frá tykkum. Og tann dagin skulu tit ikki spyrja meg um nakað. Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Hvat tit so biðja faðirin um, tað skal hann geva tykkum í navni mínum. Higartil hava tit einki biðið um í navni mínum. Biðið, og tit skulu fáa, fyri at gleði tykkara kann verða fullkomin.

Hetta havi eg talað til tykkara í líknilsum. Tann stund kemur, tá ið eg ikki longur skal tala til tykkara í líknilsum, men beint fram kunngera tykkum um faðirin. Tann dagin skulu tit biðja í navni mínum, og eg sigi tykkum ikki, at eg skal biðja faðirin fyri tykkum; tí at faðirin sjálvur elskar tykkum, av tí at tit hava elskað meg og trúð, at eg eri gingin út frá faðirinum. Eg eri gingin út frá faðirinum og eri komin í heimin; eg fari úr heiminum aftur og fari til faðirin.»

Jóh. 16,13-28
5. s. e. páskir

Lagt út: Ásbjørn Jacobsen