Jesu himmalsferð.
Seinni opinberaðist hann fyri teimum ellivu, meðan teir sótu til borðs, og hann átalaði teir fyri vantrúgv og hjartans harðleika teirra, at teir ikki høvdu trúð teimum, sum høvdu sæð hann upprisnan.
Og hann segði við teir: «Farið út um allan heimin og kunngerið gleðiboðskapin fyri øllum skapninginum!
Tann, ið trýr og verður doyptur, skal verða frelstur; men tann, ið ikki trýr, skal verða dømdur.
Og hesi tekin skulu fylgja teimum, sum trúgva: í navni mínum skulu tey reka út illar andar; tey skulu tala við nýggjum tungum; tey skulu taka um ormar; og um tey drekka okkurt eiturbland, skal tað ikki saka tey; tey skulu leggja hendurnar á sjúk, og tey skulu verða frísk.»
Síðan varð Harrin, eftir tað at hann hevði talað við teir, tikin upp til himmals, og hann settist við høgru hond Guðs.
Men teir fóru út og prædikaðu allar staðir, og Harrin arbeiddi við og staðfesti orðið við teimum tekinunum, sum við fylgdu.
Mark. 16,14-20
Kristi himmalsferðardagur
Lagt út: Ásbjørn Jacobsen