Nýggj kanning í Noregi vísir vaksandi áhuga fyri Bíbliuni.
Ein nýggj, umfatandi kanning, gevur eina góða mynd av sambandinum hjá norðmonnum við Bíbliuna, trúgv og átrúnað.
Bert 8 % lesa í Bíbliuni hvørja viku, men meira enn ein fjórðingur ynskir at læra meira um Bíbliuna – serliga ungir menn.
– Kanningin vísir, at versliðgeringin hevur ikki góðar umstøður í Noregi, sigur ein av fyriskiparunum.
Frágreiðingin er partur av altjóða Patmos-kanningini, sum verður samskipað av "British and Foreign Bible Society" og "United Bible Societies", og byggir á dátur, ið Gallup hevur savnað í 85 londum. 1002 norðmenn hava luttikið í norska partinum av kanningini, sum Norska Bíbliufelagið hevur skipað fyri.
Úrslitini vísa bæði stórar møguleikar og ræðandi broytingar. Øll, sum arbeiða við kristnari boðan, undirvísing og missión, kunnu fáa stóran ágóða av hesi vitan.
Virðismetta fyritøkan Gallup, hevur gjørt kanningina, eftir áheitan frá enska Bíbliufelagnum, og við stuðli frá Norska Bíbliufelagnum.
Nøkur úrslit úr Noregi:
· 27 % vilja fegin læra meira um Bíbliuna.
· 53 % eiga eina Bíbliu – fleiri ung enn í aldursbólkinum 30–49 ár.
· Bert 3 % nevna heilagar tekstir sum ein týdningarmiklan etiskan vegvísara.
· 70 % halda, at børn eiga at læra bíbliusøgur.
· Ungir menn undir 30 eru millum tey mest áhugaðu í Bíbliuni.
· Ung undir 30 eiga oftari eina Bíbliu enn tey í aldrinum 30–49 ár.
Mong uppliva Bíbliuna sum innihaldsríka – serliga í sambandi við avgerandi spurningar í lívinum.
Tey, sum lesa Bíbliuna regluliga, siga, at tey kenna seg nærri Gudi og fáa styrki í krepputíðum.
Frágreiðingin avdúkar bæði mistrúgv og forvitni, og vísir, at trúgv og siðalæra í størri mun kemur frá familju og persónligum virðum enn úr kirkjuni og heilagum skriftum.
Norska kanningin ella frágreiðingin kann takast niður her.
Skrivað hevur: Ásbjørn Jacobsen