Forfylging í væntan.
Men tá ið talsmaðurin kemur, sum eg skal senda tykkum frá faðirinum, sannleikans andi, sum gongur út frá faðirinum, tá skal hann vitna um meg. Men eisini tit skulu vitna; tí at tit hava verið við mær av fyrstu tíð.
Hetta havi eg talað til tykkara, fyri at tit ikki skulu fáa meinboga. Teir skulu koyra tykkum út úr samkomuhúsunum; ja, tann stund kemur, tá ið hvør tann, sum drepur tykkum, skal halda, at hann veitir Gudi eina dýrkan.
Og hetta gera teir, av tí at teir hvørki kenna faðirin ella meg.
Men hetta havi eg talað til tykkara, fyri at tit, tá ið tann stund kemur, skulu minnast, at eg havi sagt tykkum tað.
Men hetta segði eg tykkum ikki av fyrstu tíð, við tað at eg var hjá tykkum.
Jóh. 15,26-16,4
6. s. e. páskir
Lagt út: Ásbjørn Jacobsen