Fleiri enn 100 milliónir fólk kunna nú lesa Bíbliuna á teirra egna máli.
Føroyska Bíbliufelagið er partur av Sameindu Bíbliufeløgunum, sum telja 149 bíbliufeløg sum samstarva um allan heimin. Í 2023 var Bíblianumsett til 106 mál, til stóra gleði fyri í minsta lagi 1,25 milliard fólk.
Av hesum kundu 100 milliónir fólk, við 72 ymsum málum (íroknað 15 teknmál), fyri fyrstu ferð nakrantíð, lesa Bíbliuna. 16 av hesum málum, fingu alla Bíbliuna fyri fyrstu ferð og 17 mál fyrstu ferð Nýggja Testamenti.
Nógv fólk um allan heim leingjast eftir at lesa Bíbliuna á teirra egna máli. Í Vietnam var Bíblian fyrstu ferð umsett til Bunong máli í 1975, men undir Vietnamkrígnum, bleiv umsetingin burtur.
Í 2017 byrjaði umsetingararbeiði aftur og eftir bert 7 árum, er øll bíbliuumsetingin nú liðug, við fótnotum. Meira enn helvtin av bunong-fólkinum í Vietnam eru kristin, so gleðin var stór hjá hesum fólki í hálendinum í Vietnam!
Alt fleiri fólk fáa atgongd til Bíbliuna á teirra egna móðurmáli, men tað eru enn umleið 1,5 milliard fólk, ið ikki hava alla Bíbliuna á teirra egna máli. Av øllum teimum 7.386 málunum í heiminum, eru tað bert 743 mál, ið hava atgongd til alla Bíbliuna.
Ynskir tú at stuðla Bíbliuumseting?
Flyt eina upphædd til 9181-492.922.7
ella stuðla á heimasíðuni www.biblia.fo
Lagt út: Ásbjørn Jacobsen