Jesus lovar lærusveinunum sín frið.
Judas, ikki Iskarjot, sigur við hann: «Harri, hvussu ber tað til, at tú vilt opinbera teg fyri okkum og ikki fyri heiminum?»
Jesus svaraði og segði við hann: «Elskar nakar meg, tá varðveitir hann orð mítt, og faðir mín skal elska hann, og vit skulu koma til hansara og gera okkum bústað hjá honum. Tann, sum ikki elskar meg, hann varðveitir ikki orð míni; og orðið, sum tit hoyra, er ikki mítt, men faðirsins, sum sendi meg.
Hetta havi eg talað til tykkara, meðan eg var verandi hjá tykkum. Men talsmaðurin, heilagi andin, sum faðirin skal senda í mínum navni, hann skal læra tykkum alt og minna tykkum á alt, sum eg havi sagt tykkum.
Frið lati eg eftir hjá tykkum, mín frið gevi eg tykkum; eg gevi tykkum ikki eins og heimurin gevur. Hjarta tykkara óttist ikki og ræðist ikki! Tit hoyrdu, at eg segði við tykkum: Eg fari burtur og komi til tykkara. Elskaðu tit meg, tá høvdu tit glett tykkum um, at eg fari til faðirin; tí at faðirin er størri enn eg. Og nú havi eg sagt tykkum tað, áðrenn tað hendir, fyri at tit skulu trúgva, tá ið tað er hent.
Eg skal ikki longur tala nógv við tykkum, tí at høvdingin í hesum heimi kemur, og í mær eigur hann als einki; men fyri at heimurin skal kenna, at eg elski faðirin og at eg geri soleiðis, sum faðirin hevur boðið mær: Standið upp, latum okkum fara hiðani!»
Jóh. 14,22-31
Hvítusunnudagur
Lagt út: Ásbjørn Jacobsen