Tí at so elskaði Gud heimin.
Tí at so elskaði Gud heimin, at hann gav son sín, hin einborna, til tess at ein og hvør, sum trýr á hann, ikki skal glatast, men hava ævigt lív.
Tí at ikki sendi Gud sonin í heimin, til tess at hann skal døma heimin, men til tess at heimurin skal verða frelstur við honum.
Tann, sum trýr á hann, verður ikki dømdur. Tann, sum ikki trýr, er longu dømdur, við tað at hann ikki hevur trúð á navn hins einborna Guds sonar.
Men hesin er dómurin, at ljósið er komið í heimin og menniskjuni elskaðu myrkrið meira enn ljósið, tí at gerningar teirra vóru óndir.
Tí at ein og hvør, sum ger tað, ið ilt er, hatar ljósið og kemur ikki til ljósið, til tess at gerningar hansara ikki skulu verða átalaðir.
Men tann, sum ger sannleikan, kemur til ljósið, til tess at gerningar hansara mega verða opinberir, tí at teir eru gjørdir í Gudi.»
Jóh. 3,16-21
2. hvítusunnudagur
Lagt út: Ásbjørn Jacobsen