Búmerkið hjá felagnum
Lurta
28. jun. 2025

Hin stóra kvøldmáltíðin.

Men hann segði við hann: «Tað var ein maður, sum gjørdi eina stóra kvøldmáltíð og beyð mongum; og hann sendi út húskall sín um ta tíðina, tá ið kvøldmáltíðin skuldi verða hildin, at siga við teir, ið bodnir vóru: «Komið, tí at nú er alt tilgjørt!»

Men teir fóru allir sum ein at umbera seg. Hin fyrsti segði: «Eg havi keypt nakra jørð, og eg noyðist at fara út og hyggja at henni; eg biði teg halda mær til góða!»

Og annar segði: «Eg havi keypt fimm pør av oksum og fari nú út at royna teir; eg biði teg halda mær til góða!»

Og uppaftur ein annar segði: «Eg eri beint nú giftur, og tí kann eg ikki koma.»

Og húskallurin kom og segði harra sínum frá hesum. Tá varð húsbóndin vreiður og segði við húskallin: «Skunda tær og far út um gøtur og stræti í staðinum, og leið inn higar fátæk og kryplingar og blind og hølt.»

Og húskallurin segði: «Harri, gjørt er, sum tú skipaði fyri, og enn er rúm.»

Tá segði húsbóndin við húskallin: «Far út á bygdavegirnar og út at gørðunum, og noyð tey at koma inn, fyri at hús mítt kann verða fult. Tí at eg sigi tykkum, at eingin av teimum monnum, ið bodnir vóru, skal smakka kvøldmáltíð mína.»

Luk. 14,16-24
2. s. e. tríeindardag

Lagt út: Ásbjørn Jacobsen