Fimta Mósebók: Uppafturtikna áminningin.
„Hesi eru tey orð, sum Móses talaði við allan Ísrael." Soleiðis byrjar 5. Mósebók, sum í hebráisku bíbliuni verður nevnd Debarim – orð. Í Septuaginta verður bókin nevnd Deuteronomion – á latíni Deuteronomium, ið merkir onnur lógin.
Høvuðsevnið í 5. Mósebók er skilnaðartala Mósesar við ísraelsfólk. Hann hevur fingið boð um, at hann skal doyggja skjótt. Nú kallar hann fólk sítt saman til tess at geva teimum andliga testamenti sítt. Veruliga eru tað fýra talur.
Høvuðssjónarmið um 5. Mósebók
Meginparturin av 5. Mósebók er um viðurskiftini millum Gud og næstan. Tað vóru lógarboðini, givin vórðu á Sinaifjalli eisini um, og tað er hetta, sum viðmerkt og nýtt verður í seinasta parti av Mósebókunum.
Troysta á Harran
Móses vísir ofta á, hvør Harrin er, og hvat hann hevur gjørt fólki sínum. Hann hevur útvalt tey at vera ogn hansara, bjargað teimum út úr trælahúsinum, ført tey ígjøgnum oyðimørkina, talað til teirra á Sinaifjalli og o.s.fr. (4,7-9.32-40; 6,4-5.20-25 ; 7,7-11 ; 29,2-12 ).
Tá ið hugsað verður um hetta, ber til at siga: „Tí at hvør er tann mikla tjóð, ið hevur gudar, ið koma til hansara eins og Harrin, Gud vár, kemur til okkara, hvørja ferð vit ákalla hann?" (4,7). Tí býður hann inniliga øllum at tæna honum, lýða og elska hann.
Í 5. Mós. 6,4 standa tey orðini, ið seinni gjørdust trúarjáttan Ísraels : „Hoyr, Ísrael, Harrin er Gud vár, Harrin er einastur."
Eisini her er drigin saman fyrsta lógartalvan, ið Jesus leggur afturat: tú skalt elska Harran av øllum hjarta tínum, av allari sál tíni og av øllum huga tínum, t.e. av øllum huga at líta seg í hendur hansara, halda seg nær at honum og troysta á hann.
Næstakærleiki
Ongastaðni finna vit hjartaligari áhuga fyri næstanum, enn tann í hesi bók verður lýstur. Serliga sigur hann frá umsorgan fyri teimum veiku, teimum fátæku, einkjum, faðirleysum ja, eisini dýrunum ( 14,22-29 ; 15,7-11 ; 16,10-17; 23,15.19.25 ; 26,1-11 ).
Við hesum verða viðurskiftini við Gud tengd at viðurskiftunum við næsta okkara á ein hátt , ið eyðkennir tær bíbilsku frásagnirnar, ið seinni komu. Tað er hetta, profetarnir vísa á í boðan síni ( sí t.d. Ámos 5,21-27 ), og hetta síggja vit aftur í Jesu læru (sí t.d. Matt . 25,31-46) og hjá ápostlunum ( sí t.d. Ják . 1,27-2,26) .
Júst 5. Mósebók hevur havt stóran týdning í Jesu lívi, og Jesus hevur verið góður við hana. Teir fjøruti freistingardagarnar í oyðimørkini (freisting var fyri honum sum ísraelsbørnum ein freisting at fáa mistreysti til Guds), vísir hann frá sær trífaldu freistingina við trimum dømum úr 5. Mós. – 8,3 ; 6,13; 6,16 (samb. Matt . 4,1-11).
5. Mósebók var so statt oyðimarkarbók Jesu, men eisini í øðrum sambandi verður tikið eftir henni.
Í Nýggja Testamenti eru fleiri enn 80 brot tikin úr 5. Mósebók.
Kelda: Um Bíbliu okkara
Lagt út: Ásbjørn Jacobsen