Dømið ikki.
Verið miskunnsom, eins og faðir tykkara er miskunnsamur.
Og dømið ikki, tá skulu tit ikki verða dømd. Og fordømið ikki, tá skulu tit ikki verða fordømd. Umberið, tá skal tykkum verða umborið.
Gevið, tá skal tykkum verða givið; eitt gott, stappað, stungið, høgrokað mál skulu tey geva tykkum í fang; tí at við tí máli, sum tit mála, skal tykkum aftur verða mált.»
Men hann segði teimum eisini eitt líknilsi: «Man blindur fáa leitt blindan? Munnu teir ikki báðir falla í veitina? Ikki er ein lærusveinur yvir meistara sínum; men ein og hvør, sum er fulllærdur, skal verða sum meistari hansara.
Men hví sært tú flísina, sum er í eyganum á bróður tínum, men bjálkan í tínum egna eyga verður tú ikki varur við? Ella hvussu kanst tú siga við bróður tín: Bíða, bróðir, lat meg taka flísina út úr eyga tínum; tú sum sjálvur ikki sært bjálkan í tínum egna eyga?
Tín falsari, tak fyrst bjálkan út úr tínum egna eyga, og tá skalt tú síggja væl at taka flísina út úr eyganum á bróður tínum.
Luk. 6,36-42
4. s. e. tríeindardag
Lagt út: Ásbjørn Jacobsen