Fiskaveiði Pæturs.
Men tað bar á, meðan mannamúgvan tyrptist um hann og lýddi á Guðs orð, og hann var staddur við Genesaret vatnið, at hann sá tveir bátar liggja í fjøruni, men útróðrarmenninir vóru farnir burtur frá teimum og sótu og reinskaðu gørnini.
Og hann fór tá inn í annan bátin, sum Símun átti, og bað hann leggja eitt sindur út frá landi; og hann settist tá niður og lærdi mannfjøldina úr bátinum.
Men tá ið hann var hildin uppat at tala, segði hann við Símun: «Legg út á dýpið, og setið gørn tykkara út eina setu!» Og Símun svaraði og segði: «Meistari, vit hava roynt alla nátt og einki fingið; men eftir tínum orði vil eg seta gørnini út aftur.»
Og tá ið teir hetta gjørdu, fingu teir eina stóra mongd av fiski í; men gørnini hjá teimum skrædnaðu. Og teir veittraðu eftir lagsmonnum sínum á hinum bátinum at koma og hjálpa sær; og teir komu, og teir fyltu upp í báðar bátarnar, so at teir vóru søkkladnir.
Men tá ið Símun Pætur hetta sá, fell hann Jesusi til kníggja og segði: «Far frá mær, Harri, tí at eg eri ein syndigur maður!» Tí at ræðsla var komin á hann og á allar teir, sum við honum vóru, av hesi fiskaveiði, sum teir høvdu fingið; og somuleiðis eisini á Jákup og Jóhannes, synir Sebedeusar, sum vóru lagsmenn Símunar.
Og Jesus segði við Símun: «Óttast ikki, hereftir skalt tú veiða menn!»
Og teir drógu bátarnar upp á land og fóru frá øllum og fylgdu honum.
Luk. 5,1-11
5. s. e. tríeindardag
Lagt út: Ásbjørn Jacobsen