Stór bíbliugleði í Tansania.
Nakrir tilburðir eru so stórir, at teir seta spor – ikki bara í søgubókunum, men eisini í hjørtum okkara.
Ein slíkur dagur var tann 8. juni í Tansania, tá tann allarfyrsta fullfíggjaða Bíbliutýðingin á kikagulu-málinum varð hátíðarhildin og vígd í Gairo-økinum í Morogoro-landspartinum.
Hetta gjørdist ein stór og rík løta fyri Kagulu-fólkið. Túsundtals fólk vóru komin saman. Staðbundnar kirkjur, umboð fyri myndugleikar, týðarar, mentanararbeiðarar og vanligar familjur – øll vóru har fyri at hátíðarhalda, at Guds orð nú er tøkt á móðurmálinum hjá Kagulu-fólkinum.
Mentamálaráðharrin í Tansania, Palamagamba Kabudi, professari, var heiðursgestur. Í røðu síni kallaði hann nýggju Bíbliutýðingina ein tjóðarskatt og legði dent á, hvussu týdningarmikið tað er at bera evangeliið út á móðurmálinum – bæði fyri kristnu trúnna og varðveitslu av ríka mentanararvinum í Tansania.
Tað var ein stór løta, at síggja kirkjuleiðarar úr øllum økinum standa saman: Bispur úr anglikansku kirkjuni, evangelisku-luthersku kirkjuni og katólsku kirkjuni signaðu Bíbliuna í felag. Henda lýsing um kristiligum einleika gjørdi dagin serliga hátíðarligan.
Dagurin varð fyltur við siðbundnum tónleiki, kórsangi og dansi hjá Kagulu-fólkinum til at vísa gleði og takksemi. Tað var eitt hátíðarhald av máli, trúgv og felagsskapi – og av, at Guds orð nú kann lesast, skiljast og deilast á móðurmálinum.
Seinastu løtuna av degnum vórðu týðararnir heiðraðir fyri sítt arbeiði: Bispur, prestar og ritstjórar, sum í nógv ár hava arbeitt trúfast við tekstunum. Aðalskrivarin hjá Bíbliufelagnum í Tansania, Dr. Alfred Elias Kimonge, handaði gávur og takkaði øllum, sum høvdu gjørt hetta møguligt – eisini mongu stuðlunum kring heimin.
Ásbjørn Jacobsen, umsetti