Búmerkið hjá felagnum
Lurta
03. aug. 2025

150 milliónir Bíbliur býttar út í 2024.

Loksins eru hagtølini fyri útbreiðslu av Bíbliuni, 2024, klár.

Hetta er talið av Bíblium, sum vóru býttar út í fjør, av teimum 157 limalondunum í Sameindu Bíbliufeløgunum:

Íalt vórðu 150 milliónir Bíbliur, Nýggja Testamenti og Bíbliupartar býttir út, harav 22,5 milliónir Bíbliur, 8,6 milliónir Nýggja Testamenti og 118,9 milliónir Bíbliupartar vórðu givin út á pappíri. Afturat hesum varð Bíblian tikin niður talgilt 25,9 milliónir ferðir.

Brasil var tað landið í heiminum, har flestar Bíbliur vórðu býttar út (4,19 milliónir), síðani India (1,79 milliónir), Kina (1,58 milliónir) og Nigeria (1,15 milliónir).

Flestar Bíbliur vórðu býttar út á sponskum (4,49 milliónir), portugisiskum (3,97 milliónir), enskum (3,15 milliónir) og mandarinkinesiskum (1,63 milliónir).

Í Ukraina vórðu meira enn 374.000 Bíbliur, Nýggja Testamenti og Bíbliupartar býtt út í 2024.

Anatolyi Raychynets, varaaðalskrivari í Ukrainska bíbliufelagnum, sigur soleiðis: «Vit gera okkara tænastu her í Ukraina, og vit tæna við Guds orði. Hjartans tøkk, at tit hjálpa okkum at bera Guds orð – vónarinnar orð – til Ukraina mitt í ræðuleikanum av krígnum.»

Føroyska Bíbliufelagið er eisini partur av Sameindu Bíbliufeløgum og vit stuðla eisini útbreiðslu av Bíbliuni m.a. í Ukraina.

Les meira um hvussu tú kanst hjálpa okkum at stuðla her...

Umsett og lagt til rættis: Ásbjørn Jacobsen