Búmerkið hjá felagnum
Lurta
08. aug. 2025

Longsulin hjá abbanum eftir eini Bíbliu hevur merkt hana fyri lívið.

Fyrsta barndómsminni hennara er abbin, sum skrivaði bíbliuvers niður við hond. Í kirkjuni áttu tey bara eina Bíbliu.

Hon ynskir at vera dulnevnd. Hon er fødd í endanum av mentanarbroytingini í Kina, sum var frá 1966 til 1976. Sum lítil genta skilti hon ikki hvat tað var sum hendi í samfelagnum. Hon varð spard fyri harðrendu atsóknunum. Visti ikki, at tey kristnu máttu fjala seg.

Í byrjanini av 1980-árunum broyttist støðan og tey kristnu tordu aftur tosa um trúnna. Fyrst sera varliga, síðani við størri dirvi. Samstundis var tann lítla gentan vorðin nóg stór til at skilja meira av tí, sum hendi.

Hon hoyrdi abban tosa um kristin, sum longdust eftir at koma saman at biðja og lesa í Bíbliuni, men hon skilti eisini, at tað vóru sera fáar Bíbliur.

Kirkjan átti bara eina Bíbliu. Hana máttu tey deila við onnur. Tí sat abbin í tímar og dagar og skrivaði bíbliuvers niður við hond. Hann skrivaði við andakt og við stórum nærlagni.

Kvinnan er fjórða ættarlið kristin og arbeiðir í 'Amity Foundation'. Hetta er felagsskapurin, sum stovnaði stóru bíbliuprentsmiðjuna í Nanjing. Í dag reka tey eisini víðfevnt sosialt arbeiði.

Hendur hennara er dálkaðar av prentsvertu og hon hyggur glað og undrandi at stóra stáplinum av Bíblium.

– Hugsa tær, at alt hetta er Guds orð á veg út um landið, sigur hon.

Kvinnan dugir at virðismeta tað, hon sær. Hon veit, hvat tað merkir onga Bíbliu at eiga. Tí upplivir hon tað, hon sær í prentsmiðini, sum eitt undur.

Hon minnist langommu hjá manninum, sum hvørki hevði útbúgving ella sína egnu Bíbliu, men lærdi seg bíbliuvers uttanat. Og lestrarfelagar á gudfrøðiliga universitetinum, sum altíð vaskaðu sær um hendurnar, áðrenn tey byrjaðu at lesa í Bíbliuni. Uppvøksturin við ongari Bíbliu, gav teimum eina djúpa virðing fyri Bíbliuni.

– Hvussu hevur tín uppvøkstur merkt teg?

– Hann hevur gjørt, at Bíblian er vorðin ein dýrgripur fyri meg. At lesa í Bíbliuni er ein máti at tilbiðja Gud. Dreymur mín er, at øll í Kina skulu fáa sína egnu Bíbliu, sigur hon.

Enn eru mong í Kina, sum eru so fátæk, at tey ikki hava ráð at keypa sær eina Bíbliu.

Kelda: Norska Bíbliufelagið

Ásbjørn Jacobsen, umsetti