09. aug. 2025
Ávaring móti svikaprofetum.
Varið tykkum fyri svikaprofetum, ið koma til tykkara í seyðaklæðum, men eru óðir úlvar innan.
Av fruktum teirra skulu tit kenna teir. Man nakar henta vínber av tornum ella fikur av tistlum? Soleiðis ber hvørt gott træ góðar fruktir; men hitt ringa træið ber ringar fruktir.
Eitt gott træ kann ikki bera ringar fruktir, og ei heldur kann eitt ringt træ bera góðar fruktir. Hvørt tað træ, ið ikki ber góða frukt, verður høgt av og kastað í eldin.
Tí skulu tit kenna teir av fruktum teirra.
Ikki hvør tann, ið sigur til mín: «Harri, harri,» skal koma inn í himmiríkið; men tann, ið ger vilja faðirs míns, sum er í himlunum.
Matt. 7,15-21
8. s. e. tríeindardag
Lagt út: Ásbjørn Jacobsen