Eg var fødd undir einum kríggi, og eg doyggi helst undir einum kríggi. Men eg veit, at eg ikki eri einsamøll.
Ukrainska Bíbliufelagið samstarvar hvønn dag við kirkjur um at veita hjálp og umsorgan og syrgir fyri, at Bíblian kemur út til fólk í kreppu.
Frásøgn eftir Yurii Petrenko frá Ukrainska Bíbliufelagnum.
Hvønn fríggjadag savnast umleið 200 fólk í kirkjuni Source of Life í Zhytomyr í norðara partinum av Ukraina. Her hittast pensjónistar, innlendis flóttar, foreldur at falnum hermonnum og einsamøll, sum stríðast við avleiðingarnar av krígnum. Tey koma at biðja, hoyra Guds orð og merkja felagsskapin.
Ein av hesum fríggjadøgum kom Ukrainska Bíbliufelagið við einari serligari sending: Nýggja Testamenti við stórari skrift, barnabíbliur og smá hefti við bíbliuversum til ugganar. Samstundis fekk hvør luttakari eitt breyð at taka heim við. Presturin, Andriy Talko, sum leiddi gudstænastuna, segði soleiðis: "Breyðið mettar likamið, men Bíblian mettar sálina."
Er hetta veruliga mítt?
82 ára gamla Halyna Antonivna fekk, fyri fyrstu ferð í lívinum, eitt Nýggja Testamenti.
Fyri nøkur var hetta fyrstu ferð, tey høvdu eina Bíbliu í hondunum. Og gleðin var stór: Nøkur kystu hana, onnur hildu hana tætt at bringuni. Á fremstu røð sat 82 ára gamla Halyna Antonivna kvirr. Men tá hon fekk sítt Nýggja Testamenti, tók hon ímóti tí við báðum hondum og hugdi leingi at tí, sum um hon skuldi vera heilt vís í, at tað veruliga var hennara.
Seinni segði hon: "Eg var fødd undir einum kríggi, og eg doyggi helst undir einum kríggi. Men eg veit, at eg ikki eri einsamøll. Harrin sjálvur tekur sær av mær."
Stuðla úkrainum í kreppu
Ukrainska Bíbliufelagið samstarvar við kirkjur um alt landið. Kirkjurnar veita hjálp og umsorgan, meðan Ukrainska Bíbliufelagið syrgir fyri, at Bíblian kemur út til fólk í kreppu. Nú kríggj er í landinum, verður tað sjónligt, at nógv leita eftir vón, ið kann bera, og fyri 82 ára gomlu Halynu Antonivnu og túsundtals onnur, finst tann vónin í Bíbliuni.
Tú kanst stuðla Ukrainska Bíbliufelagnum. Flyt peningin á konto: 9181-492.922.7 og viðmerk "Ukraina".
Kelda: Danska Bíbliufelagið.
Ásbjørn Jacobsen, umsetti.