Nýggj frágreiðing vísir vaksandi áhuga fyri Bíbliuni í Noregi.
Ein nýggj, umfatandi kanning, gevur eina dagførda mynd av nýtslu av Bíbliuni, trúgv og átrúna í Noregi. Bara 8 % lesa Bíbliuna hvørja viku, men meira enn fjórðingurin ynskir at læra meira um Bíbliuna – serliga ungir menn.
– Sekularisman (verðsliggeringin) hevur ikki góð kor í Noregi, sigur fyriskiparin av kanningini, Roald Zeiffert. Hann er høvundur til frágreiðingina "Gud er aftur – Áskoðanin til Bíbliuna í Noregi", sum varð løgd fram 26. mai í ár.
Frágreiðingin er partur av altjóða Patmos-kanningini, samskipa av "British and Foreign Bible Society" og "United Bible Societies", og er grundað á dátur, sum Gallup hevur savnað í 85 londum. 1002 norðmenn hava luttikið í norsku kanningini, sum "Det Norske Bibelselskap" hevur tikið stig til.
Úrslitini vísa stórar møguleikar, men eisini ógvusligar broytingar. Øll, sum arbeiða við kristnari boðan, undirvísing og missión, kunnu fáa stóran ágóða av hesi vitan.
Roald Zeiffert (granskari á HLT) hevur gjørt frágreiðingina, eftir áheitan frá Bíbliufelagnum. Hann hevur eisini samskift við m.a. Sunnivu Gylver, Knut Tveitereid, Hákoni Vikse, Sofie Braut og Gabriel Stephens.
Viðurkenda kanningarfyritøkan, Gallup, hevur gjørt kanningina, eftir áheitan frá bretska bíbliufelagnum, við norska bíbliufelagnum sum ein av luttakarunum.
Her eru nøkur úrslit frá kanningini úr Noregi:
- 27 % ynskja at læra meira um Bíbliuna.
- 53 % eiga eina Bíbliu – fleiri millum ung enn í bólkinum 30–49 ár.
- Bara 3 % nevna heilagar tekstir sum týdningarmiklan etiskan vegleiðara.
- 70 % halda, at børn eiga at læra bíbliusøgur.
- Ungir menn undir 30 eru millum tey mest áhugaðu í Bíbliuni.
- Ung undir 30 eiga oftari eina Bíbliu enn tey í aldrinum 30–49 ár.
- Mong uppliva Bíbliuna sum gevandi – serliga tá ið lívsins stóru spurningar eru fyri framman.
- Tey, sum lesa Bíbliuna regluliga, uppliva økta nærveru til Gud og styrki í svárum tíðum.
Frágreiðingin avdúkar bæði atfinningarsemi og forvitni, og vísir, at trúgv og siðalæra í størri mun koma frá familjuni og persónligum virðum enn úr kirkju og heiløgum skriftum.
Kelda: Norska Bíbliufelagið
Ásbjørn Jacobsen, umsetti