Búmerkið hjá felagnum
Lurta
30. aug. 2025

Farisearin og tollarin.

Men hann segði eisini hetta líknilsi við nakrar, sum litu á seg sjálvar, at teir vóru rættvísir, og roknaðu hinar fyri einki:

«Tveir menn fóru niðan í halgidómin at halda bøn, annar var Fariseari og annar tollari.

Farisearin stóð og bað soleiðis fyri seg sjálvan: «Eg takki tær, Gud, at eg ikki eri sum aðrir menn: ránsmenn, órættvísir, horkallar ella líka sum hasin tollarin. Eg fasti tvær reisur um vikuna, eg lati tíggjund av øllum, sum mær ognast.»

Men tollarin stóð langt burtur og vildi enn ikki hevja upp eygu síni móti himli, men sló seg fyri bringuna og segði: «Gud náði meg syndara!»

Eg sigi tykkum: Hesin fór rættvísgjørdur heim til húsa, men hin ikki; tí at ein og hvør, sum setir seg sjálvan høgt, skal verða settur lágt; men tann, sum setir seg sjálvan lágt, skal verða settur høgt.»

Luk. 18,9-14
11. e. tríeindardag

Lagt út: Ásbjørn Jacobsen