Búmerkið hjá felagnum
Lurta
05. sep. 2025

Ukraina tørvar Bíbliur – tú kanst hjálpa.

Fólk í Ukraina leita eftir Jesusi; men tørvur á Bíblium er ovurhonds stórur.

Goymslan er við at ganga undan. Kanst tú hjálpa?

Meira enn hálv onnur millión Bíbliur eru longu býttar út í Ukraina, síðani kríggið byrjaði. Nú er goymslan við at verða tóm.

Kríggið hevur fingið ukrainar at leita eftir Gudi í Bíbliuni, í kirkjum og samkomuhúsum. Støðan tykist vónleys, og ofta siga tey, at bert Gud kann enda kríggið.

Tað, sum áður kundi ljóðað sum eitt tilvildarlig orð um Gud, er nú vorðið til eina djúpa sannføring. Ukrainar venda sær til Gud í stórum tali, og í allari neyðini, leita tey eftir Bíblium.

Bíbliufelagið í Ukraina hevur altíð tørv á fleiri Bíblium, men seinnu tíðina eru goymslurnar vorðnar næstan tómar.

Tú kanst tryggja, at onkur sum leitar eftir Jesusi, finnur vón í dag og í morgin.

Føroyska Bíbliufelagið hevur stuðlað Bíbliufelagnum í Ukraina í fleiri ár.

Ynskir tú at stuðla útbreiðslu av Bíbliuni í Ukraina, kanst tú flyta peningin á konto: 9181-492.922.7 og viðmerkja "Ukraina".

Vit takka hjartaliga fyri allan stuðul til Ukraina.

Kelda:Bible Society UK
Ásbjørn Jacobsen, umsetti