Ein deyvur grøddur.
Og hann fór avstað aftur úr bygdarløgunum við Týrus og ferðaðist gjøgnum Sidon til vatnið í Galileu mitt gjøgnum bygdarløgini í Dekapolis.
Og tey koma til hansara við einum deyvum manni, sum eisini illa kundi tala, og tey biðja hann um at leggja hondina á hann.
Og hann tók hann burtur frá einsæris úr mannfjøldini og stakk fingrarnar inn í oyru hansara og spýtti og nam við tungu hansara.
Og hann leit upp til himmals og suffaði og sigur við hann: «Effata!» – tað er: Opna teg!
Og oyru hansara opnaðust, og við tað sama losnaði tunguband hansara, og hann talaði raðið.
Og hann álegði teimum ikki at siga nøkrum frá, men tess meira hann álegði teimum tað, tess meira boðaðu tey frá.
Og tey vóru heilt ovfarin av bilsni og søgdu: «Alt hevur hann gjørt væl, eisini deyv letur hann hoyra og málleys tala.»
Mark. 7,31-37
12. s. e. tríeindardag
Lagt út: Ásbjørn Jacobsen